Góðan morgun Føroyar

Ættargransking: – Eg minnist aftur til 1929
12-04-2021
Eyðun Gaard og Jóna Hammer úr Oyndarfirði hava nýtt forritið Zoom til at hittast og práta um ættargransking

Familju- og ættarviðurskifti fylla nógv í Føroyum. Ofta verða vit spurd hvør, ið eigur okkum, og hvar vit eru uppvaksin. Nógvar familjur velja eisini at hittast til ættarveitslur, og nógv verður gjørt burtur úr ættargransking sum heild í Føroyum.

Eyðun Gaard fekk herfyri eitt hugskot í samband við ættargransking fyri fólkum, sum hava ættarbond í Oyndarfirði. Ofta kann vera ringt at savna fólk, tí summi búgva langt vekk - og tá Eyðun í sínum starvi hevði góðar royndir við forritinum Zoom, sá hann møguleikan, at hetta var ein góður háttur at savna fólk á netinum, fyri at tosa um ættargransking. Hann stovnaði ein bólk á facebook og eina ferð um vikuna hittust nøkur á Zoom, har áhugað kundu deila søgur úr Oyndarfirði.

Útgangsstøðið til samrøðurnar eru úr bókini hjá Freydis Poulsen, Úr Oyndarfjarðar Søgu, sum kom út í 2004.

Ein av teimum, sum hevur verið við í bólkinum, er 96 ára gamla Jóna Hammer. Hon minnist heilt aftur til 1929, tá hon var fýra ára gomul. Hon er tí saman við hinum í bólkinum við til at deila dýrabarar søgur, sum eisini verða skjalfestar, tí allar samrøðurnar á bólkinum verða goymdar.

Morgunsendingin vitjaði Eyðun Gaard og Jónu Hammer, fyri at práta um hetta áhugaverda átakið.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024