Kjallarabólkur byrjaði í kvøldskúlanum

09.04.2021 - 20:57
ListTónleikur
Kjallarabólkur byrjaði í kvøldskúlanum
Nú venur bólkurin regluliga og hevur ætlan um at geva tónleik út
Bólkurin Ratchid venur í venjingarhølunin hjá Finni Larsen
Mynd: Leivur Thomsen  

Í 2017 hevði Tórshavnar Kvøldskúli eitt skeið á skránni, sum æt "samanspæl fyri eldri tónleikasálir". Málbólkurin var, sum navnið legði upp til, tilkomnir amatørtónleikarar. Lærari á skeiðnum var Kaj Johannesen. Teir tríggir, Finn Larsen, Ragnar Østerø og Dan Jensen teknaðu seg til skeiðið, og teir vóru til nakrar fáar venjingar. Men skeiðið datt skjótt niðurfyri vegna ov lítla undirtøku. Bólkurin gjørdi tá ikki mætari enn at halda fram privat í venjingarhølunum heima hjá Finni Larsen í vesturbýnum í Havn - og har hava teir vant tey seinastu trý árini. Afturat sær hava teir nú fingið Eyðun Hjalt á gittara. Manningin er sostatt Finn Larsen trummur, Dan Jensen bass og sang, Ragnar Østerø sang og gittar og Eyðun Hjalt gittar og sang. Saman kalla teir seg "Ratchid". Bólkurin vandi í fyrstani bert tøkuløg, men nú eru teir farnir at venja heimagjørd løg hjá Ragnari og Eyðuni. Ætlanin er at koma út at spæla ymstastaðni í Føroyum. Men fyrst er ætlanin at geva tónleik út. Í fyrsta umfari hava teir 8 sangir klárar, fýra føroyskar og fýra enskar. Ráðini eru ikki til at geva út LP, men nøkur stakløg verða tað vónandi til. Vikuskiftissendingin var á gátt í venjingarhølunum.

 

Dan Jensen, bass

Eyðun Hjalt, guitar og sang

Finn Larsen, trummur

Ragnar Østerø, sang og guitar

 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819