Miðnámsskúlanæmingar í Føroyum eru ónøgdir við talinum av próvtøkum í summar. Tí savna tey undirskriftir inn í hesum døgum fyri at minka um talið av próvtøkum.
Tey eru ónøgd, tí tey skulu upp í seks til átta lærugreinum, meðan danskir miðnámsskúlanæmingar skulu upp í trimum lærugreinum.