Breddin

Breddin
24-02-2021
Trýst á kommunulæknaskipanina og Vika sex

Vit mangla kommunulæknar í Føroyum. Í løtuni eru 34 kommunulæknastørv í Føroyum, og tað talið er alt ov lítið, heldur formaðurin í Læknafelgnum, Pál Weihe. 

Ein annar trupulleiki er, at tað er avbjóðandi at fáa kommunulæknar í føst størv summastaðni í landinum. Í Suðuroy eru til dømis fýra viðtalur, men skjótt er eingin fastur kommunulækni í oynni. 

Og í Tórshavnar Kommunu er eisini læknamangul. Áleið 200 borgarar í Havn hava ongan kommunulækna, og javnan ringja borgarar til Heilsutrygd fyri at skifta kommunulækna av ymiskum orsøkum. Men tað ber ikki til, tí eingin viðtala tekur ímóti fleiri boragrum.

Vit viðgera trýstið á kommunulæknaskipanina saman við avvarðandi myndugleikum og síðst í innslagnum vitja Sirið Stenberg og Annika Olsen, limir í løgtingsins trivnaðarnevnd, og Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, útvarpsstovuna.

Vika Sex
Vika Sex er farin aftur um bak, og í hesum døgum eftirmetir felagið Kyn seksualundirvísingina úti á ymsu miðnámsskúlunum í Føroyum.

Turið Hermannsdóttir og Bjørt Lind eru í nevndini í felagnum Kyn, sum tekur sær av undirvísingini í Viku sex. Tær halda, at ungdómurin hevur tikið sera væl ímóti tiltakinum. Men tey ungu vilja hava meir, og tí er tað ynskiligt, at uppaftur meira verður gjørt á økinum.
 

Luttakarar: Heðin Mortensen, Katrin Rubek Nielsen, Egil á Bø, Sirið Stenberg, Annika Olsen, Kaj Leo Holm Johannesen, Turið Hermansdóttir og Bjørt Lind. 

Gjørt sendingina hava Arnfríð Joensen Dahl, Tróndur Olsen og Hallur av Rana.

Hallur av Rana var redaktør.

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
Seinastu fimm árini hava vit sent 56 børn við sálarligum avbjóðingum av landinum.
19-04-2024
Evnið í sendingini er Ríkisfelagsskapurin, har formenninir í Tjóðveldi, Sambandsflokkinum, Javnaðarflokkinum og Fólkaflokkinum eru í útvarpsstovuna og kjakast
18-04-2024
Ein søgulig semja tvørtur um miðjuna. Tað bleiv sagt um semjuna um tøkugjøld. Men hvat merkir nýggja semjan fyri inntøkurnar hjá landinum? Og hví er hendan loysnin betur?
16-04-2024
Evnið í Breddanum er ætlanin hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum at lóggeva alt av fiskinum til lands. Kjak verður millum umboð fyri andstøðu og samgongu í Vinnunevndini
12-04-2024
Tvey evni vóru í sendingini.
11-04-2024
Fyri fyrstu ferð nakrantíð er norðurlandaráðsfundur í Føroyum. Breddin var við, tá tosa var um trygd og verju og støðu Føroya í Norðurlandaráðnum
09-04-2024
Hava rúsevni fingið fastatøkur í samfelagnum, og ger politiska skipanin nóg mikið at basa smuglingini, verður spurt í sendingini í dag
05-04-2024
Í sendingini í dag viðgera vit eisini Helsingfors-sáttmálan um Norðurlandaráðið, sum nú verður dagførdur
04-04-2024
Vit eru ikki samd um grunnleggjandi premissið og tað eyðkennir kjakið um fosturtøku
26-03-2024
Í juni skulu evropearar á val og sjáldsom steinsløg seta Arktis á alheims pallin
22-03-2024
Í sendingini greiðir kvinna frá, at hon trý ár eftir, at hon bað um hjúnaskilnað framvegis er gift og fíggjarliga heft at makanum
21-03-2024
Kjak er í útvarpsstovuni um førda fíggjarpolitikkin og javnstøðu, og so verður hugt at møguleikanum fyri kommunusamanlegging í Suðuroy
19-03-2024