Fíggjarnevndin: Infrakervið ikki klárt til elbilar

13.02.2021 - 14:04
InnlendisUmhvørvi
Fíggjarnevndin: Infrakervið ikki klárt til elbilar
Hóast Umhvørvisstovan mælir løgtinginum frá at stuðla hybridbilum, so gongur Fíggjarnevndin ímóti tilmælinum frá Umhvørvisstovuni.

- Infrakervið er ikki til reiðar til at vit bara satsa uppá elbilar, sigur Magnus Rasmussen, formaður í fíggjarnevndini hjá løgtinginum, sum tí eisini vil veita almennan stuðul til hybridbilar og plug-in hybridbilar.

Í sínum hoyringssvari sigur Umhvørvisstovan greitt, at:

"Elbilar eru einasta alternativi til bensin og dieselbilar, um Føroyar skulu flytast fram á grønu leiðini."

 

Mælir frá hybridbilum

Tí mælir Umhvørvisstovan løgtinginum frá at geva hybridbilum og plug-in hybridbilum lættar í skrásetingargjaldinum og mvg-afturbering.

Í sínum hoyringssvari sigur Umhvørvisstovan víðari, at endamálið við orkupolitikkinum er at skifta olju út við grøna orku allastaðni, har tað ber til.

Umleið 90 prosent av samlaða útlátinum av vakstrarhúsgassi stava frá brenning av olju og burturkasti. Fiskiskipini eiga nógv tann størsta partin, heili 44 prosent.

CO2-útlátið frá samlaðu bilparkini - tað vil siga frá øllum akførunum á føroysku vegunum - er umleið 9%.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. apríl
Morgunlestur hósdagur 25. apríl 2024
173997
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimti sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012