Málið snýr seg um trygdina í ríkisfelagsskapinum

11.02.2021 - 14:33
InnlendisPolitikkur
Málið snýr seg um trygdina í ríkisfelagsskapinum
Trine Bramsen, verjumálaráðharri, og flokkarnir í verjusemjuni hava lagt ætlanina um Arktis fram
Trine Bramsen, verjumálaráðharri, hevur havt tíðindafund um ætlanina at styrkja verjuna í Arktis

- Danska verjan hevur tørv á nýggjum førleikum fyri at styrkja eftirlitið við, hvør siglur og flýgur í Norðuratlantshavi og í Arktis. Tað snýr seg um trygdina hjá ríkisfelagsskapinum.

Tað segði danski verjumálaráðharrin, Trine Bramsen, á tíðindafundi seinnapartin.

Verjumálaráðharrin og flokkarnir í verjusamgonguni løgdu ætlanina um styrkja verjuna í Arktis fram.

Danska stjórnin hevur sett 390 milliónir krónur av til ein hernaðarradaran, sum ætlanin er at seta upp á Sornfelli, og tilsamans verða játtaðar 1,5 milliardir krónur til endamálið hetta til 2023. Og síðani verða 300 milliónir krónur settar av um árið.

Ætlanin er eisini at brúka 750 milliónir krónur til yvirvøku við dronum.

Hoyr Trine Bramsen í ljóðbrotinum.
 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819