Góðan morgun Føroyar

Bátabygging og keksasteik á Eiði
18-01-2021
Arbeiðið við Gæsu FD 343 er skipað sum eitt kvøldskúlatilboð hjá Eysturkommunu

Í eini høll á havnalagnum á Eiði stendur báturin Gæsa FD 343. Upprunaliga navnið var Brynhild.

Báturin, sum var bygdur í Vestmanna og keyptur til Norðragøtu, var millum fyrstu deksbátar í Gøtu. Hann var eitt stórt framstig í teimum døgum.

Í nøkur ár hevur verið arbeitt við at gera bátin í stand. Tað eru menn úr Gøtu og Leirvík, ið hittast hvørt mánakvøld í Gøtu og síðani koyra til Eiðis.

Arni Petersen, Tummas Jákup Thomsen og Eli Joensen eru harða kjarnan, men umframt teir eru eisini fleiri aðrir, sum eru við av og á.

Siðvenja er, seinasta arbeiðskvøld á árinum, at manningin etur keksasteik. Arni Petersen, sum hevur verið í kokkalæru, plagar at taka sær av at gera góðbitarnar.

Uppskriftin er at finna í bókini Matur og matgerð, og hon er henda:

Fyri at minnast eitt góðgæti, sum vit í slupptíðini mettu ógvuliga høgt, skal eg her her siga frá, hvussu vit gjørdu keksasteik umborð.

Vit tóku nakrar keksir, einar tríggjar í part, brutu tær smátt sundurog koyrdu tær á pannuna, sum so var fylt á tremur við vatni.

Nú verður henda keksarúgva kókað so leingi, at vatnið er kókað burtur - tað nógva av tí, og tá er keksið eisini blotnað.

Nú lata vit margarin í og nakað av sukri eisini og vevja hetta væl saman.

Tá ið hetta nú hevur staðið og smákókað eina tíð útiá, er keksasteikin liðug, og so er bara eftir at eta, og væl hildu vit smakka.

Teir duga ikki at siga, nær báturin er liðugur, men ætlanin er, at hann bæði skal brúkast til sigling og vera partur av savninum í Blásastovu í Norðragøtu.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024
Veðrið, neurlogiskar sjúkur hjá børnum, summarlega hjá Reyða krossi og føroyskir mentanardagar í New York
02-04-2024