- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Fimti hvør svevur ov lítið
15-01-2021
Kanning hjá Fólkaheilsuráðnum staðfestir, at mong hava trupult við at fáa nóg mikið av svøvni
Svøvnur er ein grundleggjandi tørvur, ið er neyðugur fyri, at menniskju kunnu virka bæði kropsliga og sálarliga. Fáa vit ov lítið av svøvni, kann tað í byrjanini ávirka okkara vælveru, men manglar okkum svøvn í longri tíð, kann hetta hava neiligar fylgjur fyri heilsuna.
Kanning hjá Fólkaheilsuráðnum vísir, at 17 prosent av føroyskum monnum og kvinnum siga seg ongantíð ella næstan ongantíð sova nóg mikið, soleiðis at tey kenna seg úthvíld. Hetta er ein øking uppá næstan 10 prosent síðan 2015, tá líknandi kanning varð gjørd. Størsta orsøkin er skíggjanýtslan.
Hoyr Magna Mohr, formann í Fólkaheilsuráðnum greiða frá.
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024