Rúsevni verða gjørd í Føroyum

24.11.2020 - 13:22
Innlendis112
Rúsevni verða gjørd í Føroyum
Hetta er fyrstu ferð, at eitt mál um framleiðslu av hørðum rúsevnum kemur fyri rættin í Føroyum
LSD-bamsur hava verið í umferð í Føroyum. Í næstum fer Føroya rættur at viðgera eitt mál um rúsevni, sum verða gjørd í Føroyum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Løgreglan arbeiðir í hesum døgum við einum máli, um at hørð rúsevni verða gjørd í Føroyum.

Tríggir mans hava verið varðhaldsfongslaðir í málinum í eina tíð, men teir eru ikki varðhaldsfongslaðir longur.

Løgreglan væntar, at málið kemur fyri rættin skjótt. Hetta er fyrstu ferð, at eitt mál um at gera hørð rúsevni kemur fyr rættin í Føroyum.

Heri Andreassen, leiðari á kanningardeildini hjá løgregluni, vil ikki siga nakað um málið, fyrr enn tað er búgvið at leggja fyri rættin.

Jan Johannesen, leiðari á narkodeildini hjá løgregluni, sigur, at talið av málum við hørðum rúsevnum veksur støðugt.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. 

Meiri verður at frætta í Breddanum í útvarpinum klokkan 17.05

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652