Ákærdi vil í Mjørkadal at sita varðhaldsfongsling

21.11.2020 - 13:01
AktueltSamfelag
Ákærdi vil í Mjørkadal at sita varðhaldsfongsling
Ein dani, sum er ákærdur í stóra rúsevnismálinum, vil sleppa úr Vestre Fængsel í Mjørkadal at siga varðhaldsfongslingina, sum í gjár varð longd.

Tak niður

Jógvan Páll Lassen, sum er verji hjá dananum, sum framhaldandi skal vera varðhaldsfongslaður til dómur fellur í februar, vil hava, at tann ákærdi verður settur í varðhald í Mjørkadali og ikki í Danmark.

Ákærdi danin hevur sitið varðhaldsfongslaður í Vestre Fængsel síðan desember í fjør, og tað hevur havt stórar avbjóðingar við sær, bæði fyri verja og ákærda, sigur Jógvan Páll Lassen.

Í gjár var rættarfundur um varðhaldsfongslingina, og Føroya rættur gjørdi av at tveir av teimum ákærdu skulu latast leysir, ímeðan tann eini danin framvegis skal vera í varðhaldi.

Avgerðin er kærd til Eystara Landsrætt, við tí sum á donskum eitur opsættende virkning.

Tað vil siga, at teir tríggir ákærdu framhaldandi sita varðhaldsfongslaðir inntil Eystari Landsrættur er komin við sínum úrskurði.

 
 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. november
Breddin
116818
Hósdag 26. november
Óhoyrt
116805
Hósdag 26. november
At njóta og nýta
116798
Hósdag 26. november
Góðan morgun Føroyar
116789
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. november
Vit herja á! 2:3
116827
Týsdag 24. november
Atlantshavið (3:3): Úr Himni í helheim
116727
Mánadag 23. november
3-2
116682
Sunnudag 22. november
Andakt við Sonju I. Jacobsen
116610
Sunnudag 22. november
Fótbóltur: NSÍ - KÍ
116620