Dexter Gordon var tveir metrar høgur

20.11.2020 - 21:17
ListTónleikur
Dexter Gordon var tveir metrar høgur
Kristian Blak greiðir frá, tá ið Havnar Jazzfelag fekk heimsgitna saxofonistin til Føroya. Komin á gátt hjá Kristiani sló hann høvdið í loftið.
Kristian Blak heima í stovuni á Reyni. Í hondini hevur hann tvær plátur eftir Dexter Gordon
Mynd: Leivur Thomsen  

Havnar Jazzfelag fyllir í hesum døgum 45 ár. Felagið varð stovnað í 1975, og longu tvey ár seinni í 1977 kundi felagið presentera eina heimsstjørnu á palli í auluni í Kommunuskúlanum í Havn, nevniliga hin navnframa Dexter Gordon. Vikuskiftissendingin var á gátt hjá Kristiani Blak, sum var við til at stovna Havnar Jazzfelag. Kristian greiðir frá, um tá ið Dexter Gordon kom til Føroya við bólki. Kenny Drew klaver, Jesper Lundgaard bass, Aage Tanggaard trummur og Dexter Gordon saxofon. Teir komu á gátt hjá Kristiani á Reyni. Heima hjá honum var vítt til veggja, men synd er at siga, at høgt var til loftið í gomlu føroysku húsunum. Tað kundi tveir metra høga saxofonstjørnan sanna, tá hann smekkaði høvdið upp undir loftið fleiri ferðir. Hoyr samrøðuna við Kristian Blak. Sum nakað forkunnugt kann Vikuskiftissendingin spæla upptøkur frá konsertini. Hesar hava vit fingið frá Kristiani Blak, sum hevur fingið tær frá Brandi Øssursson. Upptøkurnar gjørdi Carsten Arnskov í 1977 fyri Útvarp Føroya. Sending varð gjørd um konsertina. Vit hoyra eisini ein ungan Sonne Smith annonsera og hugleiða um jazz sum heild. Rætting: Sagt verður í samrøðuni, at konsertin var 23. mei 1977. Tað er ikki rætt, hon var 25. mars, sum Sonne Smith eisini vísir á í innganginum.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (3:3)
172858