- Tíðindi, mentan og ítróttur
Diabetes: Neyðugt við fleiri sjúkrarøktarfrøðingum
Tað er serliga typa-2 diabetes, ið er støðugt vaksandi.
Tað er ein sjúka við nógvum fylgisjúkum, serliga um sjúklingurin ikki fær rætta og skjóta viðgerð í nærumhvørvinum.
Tey við typu-1 sjúkuni fáa viðgerð á diabetesambulatoriunum á Landssjúkrahúsinum, meðan viðgerðin hjá teimum við typu-2 í mestan mun verður skipað frá kommunulæknanum, har tað er neyðugt við útbúnum sjúkrarøktarfrøðingum.
Í diabetesheildarætlanini frá 2013, varð tilmælt at allir kommunulæknar høvdu ein sjúkrarøktarfrøðing, ið eisini var við í diabetesviðgerðini. Úr hesum komu 24 diabetessjúkrarøktarfrøðingar.
Seinnapartin klokkan 15.00 verður pallborðsfundur í Finsen í Havn. Evnið verður leikluturin hjá sjúkrarøktarfrøðingum í eini diabetes viðgerð.
Tak niður