- Tíðindi, mentan og ítróttur
Avmarkað hvussu nógv sparikassin kann vaksa
05.11.2020 - 14:30
Innlendis›Politikkur
Avmarkað hvussu nógv sparikassin kann vaksa
At Norðoya sparikassi sleppur undan SIFI-krøvum, merkir ítøkiliga, at hann eisini sleppur undan at finna fígging til 50 mió. kr.
Stjórin í Norðoya Sparikassa, Marner Mortensen, sigur, at nýggju SIFI-krøvini, sum sparikassin nú sleppur undan, gera, at bankin kann ikki vaksa stórvegis um sítt virksemi, tí javnin hjá sparikassanum liggur 200 milliónir krónur undir markinum fyri SIFI-krøvini.
At sleppa undan SIFI-krøvunum merkir ítøkiliga, at bankin sleppur undan at finna fígging til umleið 50 milliónir krónur.
Hoyr samrøðu við Marner Mortensen í útvarpstíðindunum.
Tak niður
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV