- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nón
- Hetta er sárt! Vit eru vinir, kenningar ella í familju. Vit eru eitt lítið umhvørvið, sum er sært.
Durita Dahl Andreassen er nýggj forkvinna í Leikarafelagnum, ið er fakfelagið hjá yrkissjónleikarum í Føroyum. Samstundis sum hon er forkvinna í fakfelagnum, er hon eisini partur av Leiklistafylkingini, sum boykottar Tjóðpallin, og so er hon júst vald í Leiklistaráðið, sum stýrir Tjóðpallinum. Harvið fær hon ein sentralan leiklut í kreppuni, sum leikar í.
- Nú mugu vit gera okkara besta fyri at tosa saman; tað er tað týdningarmesta, sigur Durita Dahl Andreassen.
Leikarafelagið hevur kært Leiklistaráðið fyri at tulka áramálssetanina skeivt. Tey halda, at ein áramálssetan merkir, at stjórin á Tjóðpallinum eigur at vera skiftir út. Men Leikarafelagið sigur seg annars ikki boykotta Tjóðpallin, sum Leiklistafylkingin annars ger.
- Vit umboða øll í felagnum, bæði tey, sum boykotta, og tey, sum ikki boykotta Tjóðpallin, sigur Durita, sum ikki sær sínar ymsu leiklutir sum ein trupulleika.
Herfyri trein eitt nýtt felag á pallin. Palllistafelagið sigur seg vilja savna øll, sum hava við leiklist at gera undir einum. Leikarafelagið ger í hesum sambandi vart við, at tey longu hava samráðingarrættin og hava sáttmála við Tjóðpallin undir Fíggjarmálaráðnum og hava eisini lønar- og rættindasáttmálar við Kringvarpið, Sprotin og Ljóðbókatænastuna.
Hoyr alla samrøðuna við Duritu Dahl Andreassen her.