Nón

Sara Omar stríðist við skaldsøgum
19-10-2020
- Lat okkum bara siga, at bøkurnar hava bjargað mínum lívi, sigur Sara Omar, sum hevur skrivað Dødevaskeren og Skyggedanseren um kúgan undir islam

- Hetta hevur havt stórar avleiðingar fyri meg. Men um vit skulu liva í einum heimi uttan harðskap, kúgan, sosialt eftirlit, insest, neyðtøku og alt tað, sum fylgir við, so noyðast vit at taka blaðið frá munninum. Og nøkur av okkum noyðast at seta orð á tað, sum fyrigongur.

Dansk-kurdiski rithøvundurin Sara Omar skrivar skaldsøgur við einum brennandi ynski at reformera islam. Í bókunum Dødevaskeren frá 2017 og Skyggedanseren frá 2019 viðger hon harðskap, kúgan, stigmatisering og sosialt eftirlit av kvinnum, bæði í Kurdistan og millum muslimar í vesturheiminum.

Afturfyri má hon liva undir jørðini við lívverjum alt samdøgrið. Men hon vil kortini ikki stilla seg á aðru síðuna ella geva islam einsamøllum skyldina. Hon tosar fyri einari tolsamari og kærleiksfullari útgávu av islam.

- Islam hevur - sum allar aðrar religiónir - eina myrka og eina ljósa síðu. Tað veldst fullkomiliga um, hvussu tú tulkar tað, sum stendur í koranini, og hvussu tú brúkar tað í tínum gerandisdegi.

Sara Omar viðger eisini, hvussu valdsgerðir og ágangur móti kvinnum og børnum ganga fyri seg í vesturlendskum londum, eisini Danmark.

- Tað hendir, tí vit hava paralell-samfeløg, har tað valda heilt aðrar lógir, enn tær donsku lógirnar. Nøkur halda seg eiga heil grannaløg og siga, hvussu kvinnurnar skulu vera og gera, sigur hon.

Spurningurin er, hvussu vit skulu vinna á øllum hesum. Gjøgnum vitan og upplýsing - og við kærleika og ikki hatri, svarar hon.

Hoyr alla samrøðuna, sum Óluva Zachariassen gjørdi við Saru Omar í Nón.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Ælaveður er nýggj fløga eftir Paula í Sandagerði. Hoyr áhugaverda samrøðu við útlagda komponistin, sum altíð leingist aftur til Sandagerð.
01-07-2022
Pauli í Sandagerði. Anker Mortensen. Høgni Djurhuus.
24-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
24-06-2022
Høvuðsósemjan um grindadráp snýr seg grundleggjandi um samanstoyt millum ymsar tilverufatanir, sigur Arnbjørn Mortensen, søgufrøðingur, í nýggjari bók
24-06-2022
Stuttsøgukapping fyri sjúkrarøktarfrøðingar. Grindadrápið ímyndar ymsar tilverufatanir.
22-06-2022
Sjúkrarøktaretiska ráðið skipar fyri stuttsøgukapping. Endamálið er at varpa ljós á kompleksa yrkið, sum millum annað kann hava etiskar tvístøður við sær.
22-06-2022
Armslongdarmeginreglan og ummæli av "Løsrivelsen"
19-06-2022
Hugtøkini armslongd og listarlig góðska eru kompleks, og tí er tørvur á áhaldandi at skifta orð um tey, tá tað kemur til listastuðulsskipanir, halda viðmerkjarar
19-06-2022
Ummælararnir í Nón geva norðurlendska leikin "Løsrivelsen" 3 og 4,5 stjørnur.
19-06-2022
Tann 18. juni fyllir Sir Paul McCartney 80 ár. Vit manna eitt panel við fimm McCartney-kennarum.
17-06-2022
Listastuðulsskipanirnar í norðurlondum líkjast, men munir eru. Tí er relevant at deila vitan um eitt nú armslongd og listarliga góðsku, kom fram á norðurlendskum netverksfundi
17-06-2022
Endamálið við nýggja verkinum "Fuglar í Føroyum" er millum annað at dagføra vitanina um fuglar í Føroyum, og birta áhugan fyri teimum, siga høvundarnir
17-06-2022