Frank Jensen leggur frá sær

19.10.2020 - 11:22
InnlendisPolitikkur
Frank Jensen leggur frá sær
Mongu málini um ónærisligan atburð hava fingið yvirborgarstjóran í Keypmannahavn at fara frá
Frank Jensen boðaði á tíðindafundinum frá, at hann gevst í politikki

Frank Jensen, yvirborgarstjóri í Keypmannahavn, leggur frá sær alt fyri eitt.

Tað er mongu málini um, at hann hevur sýnt ónærisligan atburð móti kvinnum, sum hava fingið Frank Jensen at taka avgerðina um at leggja frá sær.

Í gjárkvøldið høvdu sosialdemokratarnir í Keypmannahavn fund um støðuna, og eftir fundin segði Frank Jensen, at hann ætlaði ikki at leggja frá sær, men at verða partur av einari loysn á málinum, sum hann málbar seg.

Fyri løtu síðani boðaði Frank Jensen til tíðindafund, og tá segði hann, at hann hevur hálsað um, og gevst í politikki.

Frank Jensen hevur eisini verið næstformaður í danska Javnaðarflokkinum.

Hoyr Frank Jensen á tíðindafundinum.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652