- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin
Rætturin hjá børnum við samkyndum foreldrum hevur sett eld í politiska landslagið. Stór ósemja tykist vera um málið, inni í samgonguni. Samstundis vísir nýggj veljarakanning, at samgongan so dyggiliga missir meirilutan og bara hevði fingið 14 tinglimir, um løgtingsval var ídag. Vit greina politisku støðuna saman við fyrrverandi politikarunum Jóannes Eidesgaard og Bjarna Djurholm.
Alt bendir á at Atlantsflog skal hava nýggjan kapital. Bæði landsstýrismaðurin í fíggjarmálum og nevndarformaðurin í Atlantsflog vátta, at arbeitt verður við eini loysn, ið skal tryggja fíggjarliga grundvøllin undir tjóðarflogfelagnum. Ein greining, sum ráðgevarafyritøkan Rajani-Rasmussen gjørdi fyri Kringvarpið í mai mánað, segði at Atlantsflog í ringasta føri kann hava 179 milliónir krónur í undirskoti í ár. Sambært somu greining verður úrslitið fyri 2020 í besta føri 71 milliónir krónur í undirskoti. John Rajani, fíggjarserfrøðingur, sum gjørdi greiningina, vitjar á Breddanum at meta um støðuna hjá Atlantsflog ídag.
Stjórin á Landssjúkrahúsinum hevur gjørt eina avtalu við privatu flutningsfyritøkuna Smyril Line um at taka sær av at kanna føroyingar fyri korona. Kanningarnar skulu gerast á einum av ferðsluríkastu økjunum í Føroyum, sambært Strandferðsluni, sum tí er harðliga ímóti ætlanini.
Lagt til rættis: Marjun Dalsgaard, Hallur av Rana, Jón Brian Hvidtfeldt.
Redaktørur: Jón Brian Hvidtfeldt.