Stórt afturstig fyri ferðavinnuna

22.09.2020 - 13:32
InnlendisVinna
Stórt afturstig fyri ferðavinnuna
Stjórin í Vága floghavn harmast, at SAS gevst at flúgva
Regin I. Jakobsen er stjóri í Vága floghavn

Tað kemur illa við hjá Vága floghavn, at SAS nú gevst at flúgva til Føroya.

Regin I. Jakobsen, stjóri, sigur, at ferðafólktalið um Vága floghavn er vaksið, síðani SAS fór at flúgva, tí SAS hevur havt sítt egna kundagrundarlag. Og nú minkar hendan køkan.

Hetta kemur eisini illa við hjá ferðavinnuni sum heild, sigur Regin I. Jakobsen.

Hann dugir ikki at siga, hvørjar avleiðingarnar verða fyri raksturin á flogvøllinum, nú SAS gevst, men Regin I. Jakobsen vísir á, at korona hevur longu havt við sær, inntøkurnar hjá flogvøllinum eru minkaðar niður í helvt.

Hoyr samrøðu við Regin I. Jakobsen í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652