Íslendingar herða átøkini móti koronu

bannari
31.07.2020 - 09:42
Útheimurin
Íslendingar herða átøkini móti koronu
39 fólk eru smittað, og 215 eru í sóttarhaldi
Higartil hava 500 fólk kunnað savnast, men nú verður markið 100 fólk. Henda myndin er úr Reykjavík

Heilsumyndugleikarnir í Íslandi kunngjørdu í gjár, at á middegi í dag verða átøkini móti koronu herd.

Fyrradagin varð staðfest, at 10 fólk aftrat hava fingu smittuna.

Tilsamans eru 39 fólk smittað í Íslandi, og 215 fólk eru í sóttarhaldi.

Nú  skulu íslendingar aftur halda tveir metra frástøðu, og markið fyri, hvussu nógv kunnu savnast, verður 100. Tað hevur verið 500. 

Hoyr samrøðu, sum Tróndur Olsen gjørdi við Petur Petersen, sendimann Føroya í Reykjavík, í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652