- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin
Alsamt størri trýst er á heimsins lond at velja síðu í stríðnum millum Kina og USA. Tað er orsøkin til, at fleiri lond nú meta fjarskiftisnetið og onnur málsøkir sum trygdarmál.
Og hetta leggur enn einaferð trýst á Ríkisfelagsskapin, aftaná at danir hava broytt hugsan og nú meta føroyska fjarskiftisnetið at vera eitt danskt trygdarmál.
Samráð var um hesi viðurskiftini í Uttanlandsnevndini í morgun og Sjúrður Skaale hevur eisini kallað Mette Frederiksen, forsætisráðharra, til samráð um hesi viðurskifti.
Bill Justinussen, formaður í Uttanlandsnevndini, og Sjúrður Skaale, fólkatingslimur, vóru gestir í útvarpsstovuni.
ES aftaná Korona
Mangt bendir á, at tað ringasta av korona-farsóttini er hæsa av í Evropa.
Men fíggjarligu avleiðingarnar av at steingja landamørk, steðga flutningi og stórum hjálparpakkum til vinnulív og løntakarar setir aðrar avbjóðingar til londini í Evropeiska samstarvinum.
Vit tosa við Elin Mortensen, sendikvinna Føroyar til Evropa Samveldið, um tær avbjóðingarnar sum limalondini mugu finna eina loysn á.
Tunlaraðfesting
Nýggi hvalbiartunnilin verður liðugur at bora í næsta mánað. Og hóast tunlarnir norður um fjall hava staðið fremst í røðini, so eru fleiri røddir, ið vilja framskunda Famjinstunnilin.
Í útvarpsstovuni at kjakast um hetta vóru Beinta Løwe, tingkvinna fyri Tjóðveldi, Jákup Mikkelsen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, Jóhannis Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, og Johan Dahl, tingmaður fyri Sambandsflokkin.
Luttakarar eru Elin Mortensen, Høgni Hoydal, Jenis av Rana, André Ken Jacobsen, Sjúrður Skaale, Bill Justinussen, Beinta Løwe, Jóhannis Joensen, Jákup Mikkelsen og Johan Dahl.
Gjørt sendingina hava Elin Mirjamsdóttir, Hallur av Rana og Kaj Joensen.
Redaktørur var Hallur av Rana