Tað eitur 'Um fýratíðina og um vikuskiftið'

16.10.2019 - 10:22
Lívsstílur
Tað eitur 'Um fýratíðina og um vikuskiftið'
Vit siga um morgunin, um dagin, um kvøldið, um vikuskiftið. Og vit siga eisini um fýratíðina, um middagsleitið og um áttatíðina á kvøldi
Tað eitur um fýratíðina og um vikuskiftið á føroyskum. Ikki við fýratíðina og í vikuskiftinum.
Mynd: Tilvildarlig mynd  

Á donskum siga tey 'ved firetiden', men tað merkir ikki, at vit eisini siga 'við fýratíðina', soleiðis sum nú stundum er at hoyra. 

- Vit siga 'um fýratíðina' - eins og vit siga um í sambandi við aðrar tíðarásetingar: um várið, um heystið, um náttina, sigur Elin Henriksen, málkøn.

Eisini siga vit um vikuskiftið heldur enn í vikuskiftinum.

Dømi: Tilburðurin hendi um vikuskiftið, ella hvat fert tú at gera um vikuskiftið?

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691
Sunnudag 14. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju
173682
Sunnudag 14. apríl
Sement 2024: 1. umfar (1:3)
173672
Fríggjadag 12. apríl
Veðrið
173628