– Bíðitíð uppá fleiri ár má ikki koma fyri

15.09.2019 - 14:18
InnlendisHeilsa
– Bíðitíð uppá fleiri ár má ikki koma fyri
Nýggja samgongan hevur sett sær fyri, at eingin skal bíða meir enn 30 dagar fyri at koma í viðgerð í heilsuverkinum

Ætlanirnar hjá nýggja landsstýrismanninum í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, eru greiðar. Ov long bíðitíð at sleppa í viðgerð má ikki koma fyri.

Ein skipan við viðgerðartrygd skal tí setast í verk í Føroyum.

Landsstýrismaðurin í heilsumálum ætlar sær at styrkja tað føroyska heilsuverkið mest møguligt, so at øll fáa útgreining og viðgerð fyri sjúku uppá stutta tíð, men har tað ikki ber til, fáa sjúklingar tilboð um at fara niður til Danmarkar at fáa viðgerð.

Sambandsflokkurin hevði viðgerðartrygd sum eitt av høvuðsvallyftum floksins. Og nú hava tey so fingið tað í samgonguskjalið.

Bíðitíðin er ymisk á teimum ymsu deildunum og økjunum í Føroyum, og í einstøkum førum kann bíðitíðin vera drúgv. Eitt nú er fleiri ára bíðitíð hjá fólki, sum hava tørv á eini ADHD útgreining.

Tað er eisini ætlanin hjá nýggja landsstýrismanninum við heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, at allar bíðitíðir skulu vera almennar.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585