Óvissa um gerðarrættarmálið móti TG Verk

bannari
23.01.2019 - 14:50
InnlendisSamfelag
Óvissa um gerðarrættarmálið móti TG Verk
Hvørgan av aðalstjórunum í Menta- og Samferðslumálaráðnum meta seg hava ábyrgdina av gerðarrættarmálinum hjá Landsverki móti TG Verk

Í øllum meldrinum um byggigøluna í Marknagili hevur eitt ivamál stungið seg upp, sum kann hava stórar fíggjarligar avleiðingar fyri landið:

Skal Landsverk framhaldandi koyra gerðarrættarmálið móti TG Verk, og hava vit heimild at rinda tær útreiðslur, sum tað krevur?

Tað vil fyribils stjórin á Landsverki, Árant Andriasson, hava at vita frá Mentamálaráðnum og Samferðslumálaráðnum í telduposti, sum hann sendi tann 15. januar.

Má hava svar skjótt

Hann biður um skjótt svar, tí sama dag hevur hann fingið teldupost frá danska advokatinum Jonas Sørensen, sum ger greitt, at 30. januar er seinasta freist hjá Landsverki at gera ein duplik til málið, ið er seinasti møguleiki hjá saksøkta at gera skrivligar viðmerkingar til málið.

Advokaturin sigur, at viðmerkingin frá Landsverki til rættarmálið skuldi í grundini longu verið komin, men freistin varð útsett til 30 januar, tí Landsverk varð umskipað sum stovnur.

Hann leggur tó dent á, at 30 januar er seinasta freist, og tað er ósannlíkt, at hon verður longd eina ferð afturat.

Tí vil stjórin á Landsverki hava svar skjótt - hevur hann heimild at fara víðari við rættarmálinum?

Hvør stendur við ábyrgdini?

Sjálvur metir hann, at Landsverk ikki hevur ábyrgdina og heimildina longur, tí fíggjarliga stýringin av málinum um Skúladepilin í Marknagili varð tikin frá Landsverki og løgd undir Mentamálaráðið.

Hann ger tó vart við, at dettur rættarmálið niðurfyri, kann tað merkja eitt stórt fíggjarligt tap fyri landið.

Tá stingur ein ósemja seg upp millum aðalstjórarnar í Mentamálaráðnum og Samferðslumálaráðnum - hvør hevur nú ábyrgdina av hesum?

Samferðslumálaráðið vísir til Mentamálaráðið

Rúni Joensen, aðalstjóri í Samferðslumálaráðnum, svarar aftur í telduposti sama dag:

"Tað er einki at ivast í, at tað er Mentamálaráðið, ið er viðkomandi myndugleiki. Samferðslumálaráðið hevur ikki heimild at geva Landsverk tænastuboð viðvíkjandi játtanini hjá Mentamálaráðnum til Glasir. So tað má verða Mentamálaráðið, sum tekur støðu til um farast skal víðari við rættarmálinum".

Tað sigur Rúni Joensen, tí verklagslógin, ið heimilar byggingina, liggur undir málsøkinum hjá Mentamálaráðnum. Harafturat er verklagslógin farin úr gildi, og tí hevur Landsverk tørv á eini heimild frá Mentamálaráðnum at fara víðari við rættarmálinum.

Mentamálaráðið vísir aftur til Landsverk

Mentamálaráðið vil ikki átaka sær ábyrgdina. Tað staðfestir Poul Geert Hansen, aðalstjóri, í svari:

"Eg eri als ikki samdur við Rúna Joensen. Tað er Landsverk sum stovnur, sum hevur eitt gerðarrættarmál við TG Verk. Tað er Landsverk sum byggiharri, sum hevur skrivað sáttmála við TG Verk. Ósemjan var millum Landsverk og TG Verk, sum førdi til gerðarrættarmálið. Tað er tí Landsverk, sum landsins byggimyndugleiki, sum førir rættarmálið".

Landsverk má rinda

Poul Geert Hansen sigur eisini í sama brævi, at játtanin, sum Mentamálaráðið hevur ábyrgd av, er oyramerkt av fíggjarnevndini til serstøk endamál, og gerðarrættarmálið var ikki partur av tí.

Tí skal Landsverk taka støðu til, um farast skal víðari við rættarmálinum og fíggja tað av sínum egna rakstri. Hann leggur eisini afturat, at hevur Landsverk tørv á eykajáttan til endamálið, so skulu tey biðja Løgtingið um tað.

Málaráðini máttu fundast

Alt hetta endar við einum fundi í Tinganesi, har Løgmansskrivstovan, Fíggjarmálaráðið, Samferðslumálaráðið og Mentamálaráðið koma saman við tí endamáli at fáa greiðu á skipanarligu ósemjunum, sum hava stungið seg upp í kjalavørrinum av málinum, har ábyrgdin av Landsverki varð býtt sundur millum ymisk málaráð.

Har var avgerð tikin um, at Landsverk skal gera eina meting viðvíkjandi, hvørt farast skal víðari í rættarmálinum. Kostnaðurin skal finnast í verandi játtan hjá Landsverki, og um tørvur er á øktari játtan, skal eykajáttan fáast frá Løgtinginum. Fæst tann eykajáttanin ikki, skal málið hevast.

Politiska og embætisliga leiðslan í Tinganesi samdist á fundinum fríggjadagin um, at skipanin við Landsverki má eftirmetast sum skjótast.

Í fundarfrásøgnini stendur: "Í hesum sambandi hevur tað týdning at fáa til vega tey álit og tær kanningar, sum higartil hava verið skrivað um bygging og bygnings-umsiting hjá landinum".

TG Verk hevur eitt krav móti Landsverki uppá 75 milliónir og Landsverk hevur eitt mótkrav móti TG Verki á næstan 87 milliónir.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (3:3)
172858