Ert tú sjálv einsamøll

31.10.2019 - 09:05
Mentan
Ert tú sjálv einsamøll
Stuttsøga eftir Elina Henriksen, sum vísir munin millum orðini, sjálv/ur og einsamøll/mallur

Tað er vorðið meira vanligt at siga sjálvur, hóast tað meinast við einsamallur, heldur Elin Henriksen, málkøn.

Í málteiginum í morgunsendingini tekur hon millum annað munin millum hesi bæði orðini upp til viðgerðar. Málteigurin hoyrist her.

Tað ber eisini til at lurta eftir søguni, sum Elin Henriksen hevur skrivað, ella at lesa hana her.

Ert tú sjálv einsamøll?
"Eg eri sjálv inni í kvøld. Kemur tú ikki at vitja meg?", spurdi Billa.
"Jú, tað kann eg gott," svaraði Klæmint. "Hvør annar verður har?"
"Hvør annar?? Eg segði, at eg verði sjálv."
"Ja, sjálvandi verður tú sjálv inni, hvussu skuldi eg annars kunnað vitjað teg? Eg spurdi, hvør annar verður har."
"Eingin, sjálvandi. Um nakar annar var inni, so var eg ikki har sjálv," heldur Billa.
Men nú er Klæmint um at missa tolið.
"Sigur tú, at tú ikki kanst vera inni, um onnur eisini eru har? Hvussu ólukkan skal eg so kunna koma at vitja teg?"

Nei, vitjanin var av ongum. Í staðin fóru Billa og Klæmint í býin, har tey møttu Onnu og Helga. Tey høvdu eitt stuttligt kvøld, og so var tíð at fara til hús. Veðrið var gott, so tað lá væl fyri at fara til gongu. "Men eg tími ikki at ganga sjálv," segði Anna
"Nei, nú havi eg ikki hoyrt so skapt," svaraði Klæmint. "Heldur tú, at nakar tímir at bera teg? Ella skulu vit kanska fara at leita eftir einum barnavogni?"
"Á, títt tvætl," segði Billa. "Skilir tú ikki, at hon vil hava, at Helgi fylgir sær til hús?"
"Jú, jú. Men fyri tí noyðist hon at ganga sjálv!" helt Klæmint.
"Eg gangi ikki sjálv, um Helgi fylgist við mær," mótmælti Anna.
"So er einki at gera," segði Helgi og fór - eitt sindur vónbrotin - einsamallur til gongu niðaneftir.
Eftir stóð Anna og skilti einki.

Billa og Klæmint fóru til gongu úteftir. Á vegnum komu tey fram við einum pylsuvogni, sum framvegis var opin. "Eg eri so svangur," segði Klæmint, "eg haldi, at eg fari at keypa mær eina pylsu. Vilt tú eisini hava?"
"Nei," svaraði Billa, "et tú bara sjálvur."
"Ja, hvat tá? Eg havi etið sjálvur, síðan eg var ársgamal! Eg spurdi ikki, um tú vildi geva mær at eta, eg spurdi, um tú vildi hava nakað!"
"Nei, eg er ikki svong, kanst tú ikki bara eta sjálvur!"
Hesa ferð misti Klæmint tolið. "Nei illanstíð, um eg tími at fylgjast við tær, um tú ivast í, um eg klári at fáa mær at eta sjálvur!" Og so rýmdi Klæmint einsamallur til hús.

Eftir stóð Billa og skilti einki.
Tá kom Anna gangandi yvir til hennara. Lagið var ringt. "Ert tú kedd, tí at tú ert sjálv?" spurdi Billa. Anna nikkaði. "Kom, so kunnu vit bara fylgjast," segði Billa, "so eru vit ikki sjálvar longur!"
Ikki er gott at vita, hvørjar tær so vóru. Men eitt veit eg, at tær vóru báðar einsamallar, tá tær komu hvør til sítt kamar. Líka einsamallar sum Helgi og Klæmint.
 

 
Er kopiera

Tak niður

Sí eisini

06.09.21
128226
10.05.21
124049
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. september
Bolero 19. september 2021
128774
Sunnudag 19. september
Guðstænasta í Gøtu kirkju
128766
Sunnudag 19. september
Credo: Kirkjan hon er eitt gamalt hús.
128628
Leygardag 18. september
Brunsj við Poul Rustin
128761
Leygardag 18. september
Jambalaja 180921
128758
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 19. september
Guðstænasta úr Gøtu kirkju.
128771
Sunnudag 19. september
Andakt við Jógvan Zachariassen
128767
Fríggjadag 17. september
RagnarRokk Reyp 23.september 2021
128699
Týsdag 14. september
VIDEO: 100 kvinnur maskinbinda
128599