Lækkar ikki pensjónsinngjaldið

bannari
20.04.2018 - 13:52
Innlendis
Lækkar ikki pensjónsinngjaldið
Starvsmannafelagið fer ikki at lækka kravda inngjaldið til pensjón, fyri at rinda inngjaldið til Samhaldsfasta, sum hækkar við pensjónsnýskipanini.

- Vit fara ikki at lækka kravda inngjaldið til pensjón hjá okkara limum, hóast inngjaldið til Samhaldsfasta hækkar við pensjónsnýskipanini. 

Tað sigur Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum. 

Inngjald hækkar upp í 6 prosent

Við pensjónsnýskipanini hækkar inngjaldið til Samhaldsfasta úr 4,25 prosentum upp í 6 prosent av lønini í 2020. 

Løngjaldararnir rinda helvtina av inngjaldinum til Samhaldsfasta og arbeiðsgevararnir hina helvtina. Hækkingin í inngjaldinum hevur sostatt við sær, at løntakarar skulu rinda 0,75 prosent eyka av sínari skattaskyldugu inntøku til Samhaldsfasta, og at arbeiðsgevararnir skulu rinda 0,75 eyka av útgoldnum A-inntøkum.

Løntakarar skulu rinda 0,75 prosent eyka

Tað vil siga, at tjenar tú 30.000 krónur um mánaðan, rindar tú í dag 2,25 prosent av tínari løn til Samhaldsfasta - tað er 675 krónur um mánaðan.

Men við pensjónsnýskipanini skalt tú rinda 0,75 prosent afturat um mánaðan - tað er 225 krónur.

Sostatt hevur tú 225 krónur minni eftir av tínari løn eftir skatt hvønn mánaða. 

Ein samhaldsfastur grunnur

Men inngjaldið er at rokna sum ein uppsparing, og tí kemur inngjaldið borgarum til góðar, vísir Súni Selfoss formaður í Starvsmannafelagnum á.

Samhaldsfasti er ein solidarisk skipan, sum hevur við sær, at tey, sum tjena mest, rinda mest inn í grunnin. Útgjaldið verður ásett av stýrinum hvørt ár, og er í dag 4.145 krónur.

Kunnu lækka kravda inngjaldið til pensjónsuppsparing

Í pensiónsnýskipanini stendur, at fakfeløgini kunnu lækka kravda pensjónssamansparingina úr 15 prosent av lønini, sum tað er í dag, niður í 12 prosent.

Endamálið við hesi broyting er millum annað, at ein partur av inngjaldinum til kravdu pensjónsuppsparingina, kann rinda fyri hækkaða, lógarfesta inngjaldinum til Samhaldsfasta. Men fakfeløgini eru ójøvn á málið um, hvørt tað er rætt at lækka pensjónsinngjaldið.

Starvsmannafelagið ætlar ikki at lækka inngjaldið

Millum annað ætlar Starvsmannafelagið ikki at lækka kravda pensjónsinngjaldið, sigur Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum.

- Upphæddin, sum løngjaldarar skulu rinda eyka inn til Samhaldsfasta, er ikki so høg, og hon er at rokna sum ein uppsparing, og tí hava vit ikki ætlanir um at lækka inngjaldið til vanligu pensjónirnar fyri at rinda hækkaða inngjaldið til Samhaldsfasta, sigur Súni Selfoss.

Lurta eftir restini av samrøðuni við Súna Selfoss, formann í Starvsmannafelagnum, omanfyri

Pensjónsnýskipanin til triðju viðgerð

Pensjónsnýskipanin var samtykt við aðru viðgerð í gjár, og skal nú til triðju viðgerð í tinginum.

Hetta verður væntandi í næstu viku, tí ætlanin hjá tingformanninum er, at tingið skal heim í summarfrí flaggdagin, sum er mikudagin.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585