Skil fiskin!

Skil fiskin! - Vitanarstríðið 2 (8:9)
26-04-2017
Petur Steingrund og Herit Albinus grundgeva, hvussu vitanin hjá lívfrøðingum og búskaparfrøðingum er viðkomandi í fiskivinnunýskipanarkjakinum.

Fiskivinnan er torskild. Sera torskild.

Og hóast flestu føroyingar vita eitt sindur um fiskivinnuna, so eru tey fá í talið, ið kunnu kalla seg serfrøðingar í fiskivinnu.

Men, summi luttaka dúgligari í kjakinum enn onnur. Eitt nú fiskimenn, reiðarar, búskaparfrøðingar og lívfrøðingar.

Hesir serfrøðingar í fiskivinnu eru ofta so ósamdir, at ikki er tað lætt hjá vanliga borgaranum - ella politikarum - at taka dagar ímillum, hvør hevur rætt, ella hvat slag av vitan skal viga tyngst í fiskivinnupolitisku avgerðunum.

Í seinastu sending hoyrdu vit fiskimannin og reiðaran grundgeva, hví vit - og politikarar - skulu lurta eftir teimum í sambandi við fiskivinnunýskipanina. Í dag eiga búskaparfrøðingurin og lívfrøðingurin tørn.

---

Teir hava ikki líka nógva praktiska vitan um fiskivinnu, sum tey, sum dagliga starvast í vinnuni. Hinvegin hava sonevndir frøðingar eitt annað slag av vitan og førleikum í skjáttuni.

Allar vísindagreinar hava sama endamál: at skráseta og seta eygleiðingar í eina skipan fyri at gera onkra haldgóða niðurstøðu sum kann geva eitt íkast til samansettu vitanina um eitt ávíst evni. Men ein vísindalig niðurstøða er í prinsippinum altíð ein fyribils niðurstøða. Hon skal kunna roynast av øðrum eftirkomandi vísindafólki. Er breið semja um eina tílíka fyribils niðurstøðu, og stendur niðurstøðan sína roynd yvir tíð, fær henda nýggja vitanin pláss millum aðra viðurkenda vitan innan somu vísindagrein. Viðurkend vitan verður eisini ofta nevnd ástøði.

Dømi um viðurkenda vitan - ella ástøði - innan búskaparfrøðina er sambandið millum útboð og eftirspurning. Er nógv til av eini rávøru, minkar eftirspurningurin, og so minkar prísurin eisini. Er lítið til av rávøruni, hendir tað øvugta - eftirspurningurin veksur, og prísurin veksur.

Dømi um lívfrøðiliga viðurkenda vitan - ella lívfrøðiliga ástøði - er menningarlæran, sum sigur, at livandi organismur kunnu broytast, um náttúruumstøðurnar leggja upp til tað, og um nóg nógv tíð gongur.

Men hvat kunnu so hesar vísindagreinar siga um føroyska fiskivinnu? Og hvørjum ítøkiligum íkasti kunnu tær koma við í sambandi við eina fiskivinnunýskipan?

Petur Steingrund er lívfrøðingur, og hevur staðið fyri stovnsmetingum á Havstovuni seinastu tjúgu árini. Sambært lívfrøðini eru stovnarnir avmarkaðir, og tí er høvuðsuppgávan at seta veiðitrýstið soleiðis, at sum mest fæst burtur úr stovninum yvir langa tíð, sigur hann.

Lívfrøðin hevur æruna av, at vit í dag vita, at stovnarnir kunnu ávirkast av fiskiskapi. Tí, fyri góðum hundrað árum síðan vistu fólk ikki, at fiskurin í havinum varð býttur í stovnar, og at ein stovnur helt seg til eitt ávíst øki í sjónum. Tá ið fólk byrjaðu at merkja fisk, broyttist henda fatan. Hóast fiskastovnurin nú var eitt kent hugtak, var tað framvegis hildið, at fiskimaðurin hevði eina sera lítla ávirkan á nøgdina av fiski. Men hetta broyttist í 30'unum og 40'unum.

Gamaní hevur lívfrøðin hjálpt okkum at skilja, hvussu fiskastovnar bera seg at, og hvørja ávirkan menniskju kunnu hava á stovnarnar. Men, frøðingurin situr á eini skrivstovu og arbeiðir. Fiskimaðurin er úti á sjónum meginpartin av árinum. Tí er tað nærliggjandi at hugsa, at fiskimaðurin undir øllum umstøðum veit meir um fiskiskap og fiskivinnu, enn lívfrøðingurin.

Hóast eygleiðingar, sum fiskimenn gera, eru týdningarmiklar, so hevur tað eisini týdning at skriva niður og seta eygleiðingar í eina skipan, soleiðis at tað ber til at samanbera við onnur tíðarskeið og við onnur støð. Hetta er leikluturin hjá lívfrøðinginum á havstovuni.

Eygleiðingar hjá einum lívfrøðingi og eygleiðingar hjá einum fiskimanni eiga at líkjast. Fiskimaðurin ger nógv fleiri eygleiðingar - hann brúkar nógva tíð á havinum - men hann hevur ikki sama møguleika at máta og samanbera tøl. Granskarin ger færri eygleiðingar, men hevur tá ið av tornar tøl at halda seg til.

Sjónarhornini eru eisini púra ymisk, tí meðan fremsta uppgávan hjá fiskimanninum er at fiska so er høvuðsuppgávan hjá lívfrøðinginum at koma við óheftari meting av, hvussu ein fiskastovnur hevur tað. Lívfrøðingurin hevur ongan áhuga í hvussu úrslitini síggja út. Hetta óheftni heldur Petur Steingrund er enn ein orsøk til at lurta eftir lívfrøðingum.

---

Og hvussu so við búskaparfrøðingum? Í sambandi við fiskivinnunýskipanina er hetta ivaleyst tann fakbólkur, sum hevur luttikið dúgligast í kjakinum. Og álitið hjá sitandi samgongu á búskaparfrøðingar tykist stórt. Bæði formaður og næstformaður í fiskivinnunýskipanarnevndini hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, vóru búskaparfrøðingar.

Herit Albinus er búskaparfrøðingur og búskaparfrøðilærari á Glasi. Hon luttók í arbeiðnum hjá nýskipanarnevndini og situr eisini í búskaparráðnum. At búskaparfrøðingar áhaldandi leggja dent á yvirskipaðað samfelagsbúskapin, og ikki endiliga á búskapin í einstøkum fyritøkum, er besta orsøkin til at lurta eftir búskaparfrøðingum í sambandi við fiskivinnuna, sigur Herit Albinus.

Landið eigur tilfeingið. Tí hevur landið áhuga í at fáa ein part av vinninginum, sum kemur av at fáa tilfeingið til høldar. Jú størri samlaði vinningurin er, jú fleiri pengar fara í landskassan. Men er vinnan ikki effektiv, eitt nú tí at ov nógv skip ella fólk fiska eina avmarkaðað nøgd av fiski, so gongur tað út yvir vinningin hjá landinum.

Men hvussu grundgevir Herit Albinus fyri, at vit borgarar heldur skulu taka teoretisku vitanina hjá einum búskaparfrøðingi í álvara enn praktisku vitanina hjá teimum, sum starvast í fiskivinnuni?

Búskaparfrøði verður ofta umtala sum eitt slag av vitan. Men búskaparfrøðingar eru ofta ósamdir, eisini um fiskivinnuna. Tað er ein sannroynd, sigur Herit Albinus, men tað eru nú heldur ikki búskaparfrøðingarnir, sum skulu taka endaligu avgerðirnar.

---

Í fiskivinnupolitikki gongur lívfrøðilig og búskaparlig vitan hond í hond. Ja, lívfrøðingurin og búskaparfrøðingurin tosa ikki ordiliga sama mál. Tann eini tosar um tilgongd, stovnar og biomassa - hin tosar um pengar, vinning og tilfeingisrentu. Men endamálið er tað sama. Tað snýr seg um at skipa veiðuna á ein tílíkan hátt, at nøgdin av fiski áhaldandi verður so stór sum gjørligt - at vinningurin av at fiska verður so stórur sum gjørligt so langt inn í framtíðina sum gjørligt.

Eins og fiskimaðurin og reiðarin í undanfarnu sending, viðurkenna frøðingarnir, at teirra vitan er avmarkað, og at bestu avgerðirnar byggja á eitt samstarv millum fólk við ymiskum sløgum av vitan um fiskivinnuna. Tá ið av tornar verður tað ein politiskur spurningur, hvørjum lurta verður mest eftir. Tí fara vit í næstu sending at tosa við politikarar um, hvørji sløg av vitan hava størsta týdningin, tá ið avgerðirnar skulu takast.

Skil fiskin!

Sending frá 2017.  Tíðin gongur og lógin um vinnuligan fiskiskap, sum størsta vinnan í Føroyum hevur virkað eftir í góð 23 ár, liggur í andaleypi. Føroyar skulu hava nýggja fiskivinnuskipan frá 1. januar 2018. Hetta hava vit hoyrt nógv um seinastu tíggju árini. Men hvussu eru vit komin higar? Hví hava vit í so langa tíð kjakast um hesa góðu nýskipan? Og hvat er tað, kjakast verður mest um, bæði millum politiskar flokkar og í almenninginum? Hesum spurningum fara vit at royna at svara í eini røð av sendingum um fiskivinnunýskipanina næstu vikurnar.
Politikarar tykjast rættiliga avgjørdir. Men hvussu vita teir, hvat er rætt og hvat er skeivt í sambandi við fiskivinnunýskipanina?
04-05-2017
Petur Steingrund og Herit Albinus grundgeva, hvussu vitanin hjá lívfrøðingum og búskaparfrøðingum er viðkomandi í fiskivinnunýskipanarkjakinum.
26-04-2017
Hanus Hansen og Magni Skaale grundgeva, hvussu vitanin hjá reiðarum og fiskimonnum er viðkomandi í fiskivinnunýskipanarkjakinum.
24-04-2017
Týðandi partur av fiskivinnukjakinum í hesum døgum er um, hvussu stóran part av fiskirættindum einstøk reiðarí skulu sleppa at hava.
20-04-2017
Fiskivinnukjakið hevur verið nógv merkt av spurninginum um uppboðssølu av veiðirættindum. Men hvørjir er fyrimunir og vansar við uppboðssølu?
12-04-2017
Fleiri politikarar ætla at skifta dagar út við kvotur í eini komandi fiskivinnuskipan. Men hvørjir eru fyrimunir og vansar við eini slíkari avgerð?
10-04-2017
Fiskivinnan kann vera burðardygg á ymiskar mátar. Men í summum førum stríðir eitt slag av burðardygd móti øðrum
05-04-2017
Allir politisku flokkarnir leggja dent á lívfrøðiliga burðardygd í eini komandi fiskivinnuskipan. Men hvussu kann málið røkkast?
03-04-2017
Fiskivinnunýskipanin er ein avleiðing av eini røð av hendingum seinastu 50 árini. Sendingin setir nútíðina í samband við søguligu hendingarnar
29-03-2017