Skil fiskin!

Skil fiskin! - Dagar ella kvotur (4:9)
10-04-2017
Fleiri politikarar ætla at skifta dagar út við kvotur í eini komandi fiskivinnuskipan. Men hvørjir eru fyrimunir og vansar við eini slíkari avgerð?

Toska- og hýsustovnarnir eru minni enn teir hava verið í eina øld. Orsøkirnar kunnu vera nógvar, men tað eru summi, sum geva fiskidagaskipanini skuldina. Bæði Sambandsflokkurin og samgongan ætla tí at skifta 20 ára gomlu fiskidagaskipanina út við eina kvotaskipan.

Men, vit hava roynt eina kvotaskipan fyrr, og hana var vinnan sera ónøgd við. Er tað so rætt at skifta dagar út við kvotur?

Og hvat er ein fiskikvota? Hvat er ein fiskidagur?

---

Einaferð slapp føroyski heimaflotin at fiska, sum honum lysti. Men so kom ein álvarslig búskaparkreppa fyrst í 90'unum. Síðani komu harraboð úr Danmark: skil skuldi fáast á fiskivinnupolitikkin - avmarkingar skuldu leggjast á fiskiskapin.

Vanligasti mátin at avmarka fiskiskap aðrastaðni í heiminum var - og er enn í dag - at leggja evstamark á tonsini, sum vórðu avreidd. Antin við at geva hvørjum skipi eina kvotu at fiska, ella við at geva flotanum felagskvotu fyri eitt ávíst fiskaslag.

Føroysku skipini fingu kvotur frá 1994, men innan eitt ár var vinnan so ónøgd, at hon setti krav um, at kvotaskipanin skuldi avtakast.

Ein skipanarnevnd mælti í februar 1996 til, at Føroyar skuldi hava eina dagaskipan, sum ongantíð var roynd fyrr. Dagaskipanin var sostatt ein rein føroysk uppfinning.

Men hvat var tað so, sum var so grundleggjandi galið við kvotaskipanini, og sum gjørdi, at vinnan ikki vildi virka undir henni meir? Og hví er tað, at vinnan enn í dag heldur vil virka undir eini fiskidagaskipan?

Undir eini kvotaskipan hevur eitt skip loyvi at fiska so og so nógv tons av einum ávísum fiskaslagi. Hetta elvir til avbjóðingar, tí tað er ikki altíð, at fiskaslagið, sum kemur undan vatnskorpuni, er júst tað, sum ein royndi eftir. Hjáveiða er ein partur av gerandisdegnum hjá fiskivinnuni, og tí kann tað tykjast stirvið at virka við kvotum, sum eru býttar sundur í fiskasløg, tá ið fiskiskapurin so ofta er blandaður.

Um eitt skip til dømis roynir eftir toski, og aðrar kvotur eru brúktar upp, so kann tað hava við sær, at skipið verður revsað fyri at fiska "skeivt" fiskaslag, hóast skipið ikki royndi at fiska ólógliga. Í øðrum lag kann tað elva til, at manningin blakar ólógliga fiskin út aftur fyri at sleppa undan revsing, ella blakar óynsktan fisk út aftur fyri at fáa betri prís fyri veiðuna.

Fiskidagaskipanin hevur ikki hesar avbjóðingar. Eitt skip hevur so og so nógvar fiskidagar um árið, og eingin avmarking er á loyvda fiskiskapin hvønn fiskidag. Tí er ein fiskidagaskipan uttan iva meira liðilig. Fyri at siga tað, sum tað er, so er fiskidagaskipanin minni roksut hjá vinnuni at virka undir og minni roksut hjá fiskiveiðimyndugleikanum at hava eftirlit við.

Men, hvussu ber tað so til, at fiskiskapurin hevur verið so vánaligur síðan fiskidagaskipanin kom í gildi. Tað er ilt at siga, um fiskidagaskipanin einsamøll er atvoldin til vánaliga fiskiskapin, tí náttúruviðurskiftini í Føroyskum sjóøki hava, sambært Havstovuni verið serstøk seinastu árini. Hinvegin er tað hugstoytt, at grannalondini, sum øll brúka kvotur, hava havt framgongd í sínum botnfiskastovnum, meðan føroysku stovnarnir hava havt afturgongd undir fiskidagaskipanini. Eitt annað, sum talar fyri kvotum, er at føroyski uppisjóvarfiskiskapurin og botnfiskiskapur í útlendskum sjógvi roynist væl, og at hesin fiskiskapur er avmarkaður við kvotum.

Tað kann eisini vera, at fiskidagaskipanin var skeivt skrúva saman frá byrjan, sum bæði Havstovan og fiskivinnunýskipanarnevndin hava víst á. Undirtøka var fyri dagaskipanini í síni tíð, tí stórur vøkstur hevði verið í toskastovninum miðskeiðis í 90'unum. Stovnurin var sera væl fyri, tá ið skipanin kom í gildi 1. januar 1997. Skipanarnevndin mælti til, at samlaða talið av fiskidøgum skuldi vera á leið 14.000 fyri útróðrarflotan, men eftir politiskar tingingar og ótta fyri at gera inntriv í fiskivinnuna hækkaði Løgtingið fiskidagatalið til 22.000. Sambært nýskipanarnevndini var skipanin tí skeivt stillað frá byrjan. Og politiski óvanin at ignorera lívfrøðilig tilmæli fyri ikki at gera seg inn á áhugamálini í vinnuni helt fram.

Sambært Fiskirannsóknarstovuni og altjóða havgranskingarstovninum ICES var veiðutrýstið alt ov stórt fyrstu árini eftir, at dagaskipanin kom í gildi. Hóast dagatalið minkaði við eini helvt fyrstu tíggju árini fiskidagaskipanin var í gildi, hevur trýstið á fiskastovnarnar, sambært fiskifrøðingum og øðrum eygleiðarum kortini verið ov høgt. Eisini sigur nýskipanarnevndin, at avmarkingarnar í fiskidøgum støðugt átti at lagt upp fyri, at produktiviteturin í vinnuni veksur. Men fiskidagastýringin hevur ikki tikið hædd fyri tøkniligu menningini.

Ávaringin ljóðaði, at hetta kundi fáa varandi avleiðingar fyri botnfiskastovnarnar í Føroyum. Og sum heild hevur stovnsrøktin av botnfiski, serliga toski og hýsu, undir fiskidagaskipanini ikki eydnast væl. Sambært havstovuni er tað ikki líka lætt at stýra veiðutrýstinum við døgum. Eitt er, at vekt fyrst skal umsetast til tíð - tað vil siga, at tey tonsini, sum mett verður, at stovnurin tolir at minka við, skulu umsetast til fiskidagar. Eitt annað er, at Havstovan síðan 2004 hevur mælt til stóran niðurskurð í døgunum, men at Løgtingið ongantíð hevur fylgt tilmælunum. Men samstundis viðurkennir Havstovan, at vera tilmælini um niðurskurð fylgd, so er tað møguligt, at fiskidagaskipanin kann virka í framtíðini. Nýskipanarnevndin er meira avgjørd. Hon mælir greitt til, at fiskidagaskipanin verður sett úr gildi, og at kvotur vera høvuðsamboðið í øllum fiskiskapi. Meirilutin í nevndini metir ikki, at fiskidagaskipanin hevur megnað at tryggja góða stovnsrøkt og stuðla undir lívfrøðiliga burðardyggan fiskiskap. Harafturat heldur meirilutin í nevndini, at ein fiskidagaskipan er ov stirvin til at birta undir tillagingar og effektiviseringar í flotanum og harvið ein búskaparliga burðardyggan fiskiskap.

Sambandsflokkurin og samgongan hava í sínum uppskotum lagt upp til, at kvotur skulu fáa botnfiskastovnarnar aftur á beint. Samgongan vísir á, at fiskidagaskipanin hevur roynst illa í heili 20 ár, hóast samlaðu dagarnir eru minkaðir niður í minni enn eina helvt av upprunaligu døgunum. Fólkaflokkurin heldur hinvegin, at fiskidagaskipanin kann rigga, um hon verður brúkt rætt. Flokkurin vísir millum annað á avbjóðingarnar við blandingsfiskiskapi, sum kvotaskipanin kann elva til.

Stutta niðurstøðan er, at fiskidagaskipanin er meira fleksibul hjá vinnuni at arbeiða undir og minni kostnaðarmikil hjá myndugleikunum at hava eftirlit við. Hinvegin ber illa til at stýra, hvussu stórar nøgdir av fiski vera tiknar úr stovnunum. Kvotaskipanin er bæði stirvin og kostnaðarmikil, men royndir aðrastaðni benda á, at tað við kvotum ber betur til at neyvstýra, hvussu nógv verður fiskað. Vóru lívfrøðiligu tilráðingarnar um fiskidagar fylgdar, kann tað tó vera, at søgan var ein heilt onnur. Hvussu fiskiskapurin skal avmarkast er ein grundleggjandi partur av fiskivinnustýringini, og tí er líkt til, at hetta fer at fylla nógv í Løgtingsviðgerðini, sum fer í gongd eftir páskir.

Skil fiskin!

Sending frá 2017.  Tíðin gongur og lógin um vinnuligan fiskiskap, sum størsta vinnan í Føroyum hevur virkað eftir í góð 23 ár, liggur í andaleypi. Føroyar skulu hava nýggja fiskivinnuskipan frá 1. januar 2018. Hetta hava vit hoyrt nógv um seinastu tíggju árini. Men hvussu eru vit komin higar? Hví hava vit í so langa tíð kjakast um hesa góðu nýskipan? Og hvat er tað, kjakast verður mest um, bæði millum politiskar flokkar og í almenninginum? Hesum spurningum fara vit at royna at svara í eini røð av sendingum um fiskivinnunýskipanina næstu vikurnar.
Politikarar tykjast rættiliga avgjørdir. Men hvussu vita teir, hvat er rætt og hvat er skeivt í sambandi við fiskivinnunýskipanina?
04-05-2017
Petur Steingrund og Herit Albinus grundgeva, hvussu vitanin hjá lívfrøðingum og búskaparfrøðingum er viðkomandi í fiskivinnunýskipanarkjakinum.
26-04-2017
Hanus Hansen og Magni Skaale grundgeva, hvussu vitanin hjá reiðarum og fiskimonnum er viðkomandi í fiskivinnunýskipanarkjakinum.
24-04-2017
Týðandi partur av fiskivinnukjakinum í hesum døgum er um, hvussu stóran part av fiskirættindum einstøk reiðarí skulu sleppa at hava.
20-04-2017
Fiskivinnukjakið hevur verið nógv merkt av spurninginum um uppboðssølu av veiðirættindum. Men hvørjir er fyrimunir og vansar við uppboðssølu?
12-04-2017
Fleiri politikarar ætla at skifta dagar út við kvotur í eini komandi fiskivinnuskipan. Men hvørjir eru fyrimunir og vansar við eini slíkari avgerð?
10-04-2017
Fiskivinnan kann vera burðardygg á ymiskar mátar. Men í summum førum stríðir eitt slag av burðardygd móti øðrum
05-04-2017
Allir politisku flokkarnir leggja dent á lívfrøðiliga burðardygd í eini komandi fiskivinnuskipan. Men hvussu kann málið røkkast?
03-04-2017
Fiskivinnunýskipanin er ein avleiðing av eini røð av hendingum seinastu 50 árini. Sendingin setir nútíðina í samband við søguligu hendingarnar
29-03-2017