Sonja: Samgongan fær fullan stuðul

bannari
16.09.2015 - 13:02
InnlendisPolitikkur
Sonja: Samgongan fær fullan stuðul
Hóast Sonja Jógvansdfóttir er farin úr Javnaðarflokkinum, ætlar hon at atkvøða fyri málum, sum samgongan leggur fram

Sonja Jógvansdóttir er farin úr tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum, tí hjúnabandslógin ikki verður nevnd í samgonguskjalinum, men hon styðjar framvegis samgonguna.

- Eg havi roynt at barst innanhýsis í flokkinum, og tað var óvæntað, at orðingin "borgarlig gifta" ikki kundi koma í samgonguskjalið, segði Sonja Jógvansdóttir við útvarpið á middegi.

Kortini styðjar hon framvegis samgonguna.

- Eg taka 100 prosent undir við samgonguni, og eg fari at atkvøða mál ígjøgnum, sum samgongan leggur fram, sigur Sonja Jógvansdóttir.

Hoyr samrøðuna, sum Sigrún Brend gjørdi við Sonju Jógvansdóttir í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819