Avbjóðingin verður at samansjóða skúlan

12.12.2014 - 10:15
InnlendisSamfelag
Avbjóðingin verður at samansjóða skúlan
Hanus Joensen er settur í starvið sum stjóri fyri nýggja Vesturskúlan í Tórshavnar kommunu

Tórshavnar kommunuskúli og Venjingarskúlin verða lagdir saman í ein skúla - Vesturskúlan - og tí varð neyðugt at finna skúlastjóra til nýggja samanlagda skúlan í Havn.

Og nú er avgjørt, at Hanus Joensen, sum hevur verið stjóri fyri Tórshavnar kommunuskúla, skal verða stjóri fyri nýggja Vesturskúlan.

Mentamálaráðið er setanarmyndugleiki, men av tí at ráðið var ógegnigt, var málið flutt í Fíggjarmálaráðið, sum í gjár setti Hanus Joensen í starvið.

Hanus Joensen sigur, at størsta avbjóðingin verður at samansjóða lærarar, næmingar og foreldur í nýggja skúlanum og at samstarva við myndugleikarnar.

Hoyr samrøðu, sum Sigrún H. Brend gjørdi við Hanus Joensen í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819