Ivasom um russiska tjóðartingsvalið

Ivasom um russiska tjóðartingsvalið
-Eg eri sannførd um, at altjóða samfelagið eigur ikki at góðkenna valúrslitið í Russlandi, sigur Daria Wagner, sum er komin til Føroya at eygleiða valstaðið herheima.
17.09.2021 - 19:33

Tjóðartingsval er í Russlandi ídag, og til ber at velja líka til sunnudagin. Veljast skulu 450 limir í Dumuna. Flokkurin Sameint Russland stendur til at vinna valið og fær sambært veljarakanningunum meira enn 40 prosent av atkvøðunum. Kommunistaflokkurin verður væntandi næststørsti flokkur við 20 prosentum av atkvøðunum. 

Eisini í Føroyum kunnu fólk við russiskum ríkisborgaraskapi greiða atkvøðu - bæði fólk á landi og russisk sjófólk. Ein teirra, sum hevur ein virknan leiklut í sambandi við valið í Russlandi er 44 ára gamla Daria Wagner, sum er komin til Føroya úr Danmark at eygleiða um alt gongur rætt fyri seg. Hon er sannførd um, at altjóða samfelagið eigur ikki at góðkenna valúrslitið í Russlandi.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk Blaze Bayley um Circle Of Stone
173542
Hósdag 25. apríl
Jazzofonin - Flaggdagin 25 apr 2024
174208
Hósdag 25. apríl
Morgunlestur hósdagur 25. apríl 2024
173997
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012