Kommunurnar hava slept ætlanini um trygdargrunn

Kommunurnar hava slept ætlanini um trygdargrunn
Formaðurin í Kommunufelagnum ásannar nú, at semja fæst ikki um tað.
20.07.2021 - 19:30

Kommunurnar kunnu ikki semjast um ein trygdargrunn, ið skuldi hjálpa til fíggjarliga, tá ið skaðar standast av illveðri.

Ætlanin er av somu orsøk slept, sigur Heðin Mortensen, sum er formaður í Kommunufelagnum.

- Tað eru ikki allar kommunurnar, sum taka undir við tí, so vit gera ikki meira við tað, sigur hann.

Stórir brimskaðar

Uppgangurin í ringa veðrinum á vetri í fjør fór illa við havnalagnum og brimgarðinum í Húsavík.

Frammanundan var eisini skaði komin á brimverjuna í Dali.

Og tað merkist í kommunukassanum.

Samlaði kostnaðurin fyri skaðarnar er 9 milliónir krónur - hjá lítlu kommununi svarar tað til samlaðu skattainntøkurnar í trý ár.

Eisini í Hvalba for brimverjan í óveðrinum í fjør.

Tað, sum borgarstjórin kallar lívæðrin í bygdini.

Hon verður nú umvæld, kostnaðurin er 10 milliónir krónur.

Janus Thomsen, borgarstjóri í Hvalba, hevur spurt eftir einum kommunalum trygdargrunni, og hann hevði sjálvur verið sinnaður at sett pengar í.

- Ja, tað hevði eg. Tað ivist eg ikki í, og tað nýtist ikki bara at vera til brimskaðar. Tað kunnu vera áir, sum renna yvir, tað kann vera skriðulop, og aðrar stórar vanlukkur, og eg haldi tað vera upp á sítt pláss, at kommunurnar hefta solidariskt fyri tað, sigur hann.

Eingin semja í Kommunufelagnum

Í Kommunufelaganum er niðurstøðan nú, at tey fara ikki at skipa ein trygdargrunn.

- Ein orsøk er, at tað er ikki brimpláss á øllum støðum. Eitt annað ivamál er, at kommunur hava heldur ikki sum útgangsstøði loyvi til at fara útum kommunumarkið at brúka pengar hjá øðrum.

- Vit lata málið liggja, og kommunurnar mugu so sjálvur tryggja seg, sigur Heðin Mortensen, formaður í Kommunufelagnum.

Toppurin í Kommunufelagnum hevur fyrr mælt til kommunusamanleggingar heldur.

Og tann boðskapurin verður endurtikin nú.

- Løgtingið kann traðka til, ella kunnu kommunur kasta saman, so fíggjarliga byrðan ikki verður so tung, sigur hann.

Kunnu søkja um stuðul

Í vár samtykti løgtingið at játta tríggjar milliónir krónur til stuðul at fremja neyðugar umvælingar av havnaløgum.

Stuðulin er serliga ætlaður smærri kommunum.

Landsstýrismaðurin Jørgen Niclasen sigur, at Fíggjarmálaráðið er í holt við at orða eina reglugerð fyri stuðulin.

Tað arbeiðið verður eftir ætlan liðugt í august, og tá kunnu kommunurnar so søkja um stuðul.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 29. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (2:2)
172480
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172951
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172949
Hósdag 28. mars
Skírhósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584