Gravgangur er eftir CPR og NemID

bannari
Gravgangur er eftir CPR og NemID
Nú fleiri lond hava latið upp fyri ferðandi við koronupassi, er trýst á at fáa danskt cpr nummar og NemID, tí føroyska koronapassið er ikki klárt
24.06.2021 - 19:15

Hevur tú koronupass, er tað lættari at halda summarfrítíðina uttanlands. Og hetta leggur trýst á skrivstovuna hjá Rískisumboðnum.  

Almennu Føroyar hava onki kornupass klárt, og tí velja fleiri føroyingar nú donsku loysnina. Til tað krevst cpr nummar og NemID. Eftirspurningurin er so stórur, at neyðugt hevur verið at víðka um starvsfólkahópin hjá Rìskisumboðnum.

Ríkisumboðið hevur seinastu vikuna fingið um 100 teldupostar um dagin, sum eru um cpr ummar ella NemID.

Skipanin við umsitingarligum cpr varð sett í verk 1. januar í ár. Endamálið var at lætta um hjá fólki, sum skuldu til Danmarkar í  sjúkraørindum ella lestrarørindum.  

Koronustøðan hevur nú havt við sær, at tað í høvuðsheitum eru fólk, sum vilja út í heim at ferðast, sum biðja um cpr ella NemID. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652