Magn: Vit áttu lægsta boðið á Gellingarkletti

Magn: Vit áttu lægsta boðið á Gellingarkletti
Grundgevingarnar hjá Umhvørvisstovuni eru lítið sannførandi, sigur stjórin í Magn, sum tí ætlar at kæra avgerðina at lata Vindrøkt vindorkuloyvi
19.04.2021 - 20:05

Síðsta orðið er neyvan sagt í trætuni um vindmyllulundina, ið ætlandi skal setast upp við Gellingarklett í Hoyvíkshaganum.

SEV kærdi sjálvt útboðið, tí felagsskapurin segði seg óttast, at ein triðja vindmyllulund í sama øki vil bæði hava við sær ótryggari elveiting og óneyðugan meirkostnað fyri brúkaran. Frammanundan hevur Umhvørvisstovan givið loyvi til eina vindmyllulund í Flatnahaga, ið eisini kemur afturat verandi vindmyllulund í Húsahaganum. 

Talan var um sonevnt "Open Door" útboð, eftir at Umhvørvisstovan fyrst móttók umsókn frá Vindrøkt um loyvi at framleiða streym úr vindorku við Gellingarklett. Tað merkir, at onnur áhuga fáa 60 dagar til at bjóða upp ímóti.

Magn bjóðaði, men Umhvørvisstovan tók av tilboðnum frá Vindrøkt.

– Grundgevingarnar frá Umhvørvisstovuni fyri at velja Vindrøkt fram um Magn eru lítið sannførandi, sigur Finn Jakobsen, stjóri í Magn.

Finn Jakobsen hevur fyribils fingið eina frágreiðing frá Umhvørvisstovuni, men manglar framvegis at fáa fult innlit í málið.

– Endaliga avgerðin um at kæra verður tikin, tá vit hava fingið og gjøgnumgingið alt skjalatilfarið, ið liggur til grund fyri avgerðini. Men alt í sól og mána bendir á, at vit fara at kæra, sigur Finn Jakobsen.

Sambært stjóranum í Magn vildi Umhvørvisstovan ikki taka tilboðið frá Magn um Gellingarklett við í metingina, tí Magn hevur ikki tilsøgn frá bóndanum um at brúka hetta økið. Ta tilsøgnina hevur bara Vindrøkt.

Í staðin varð Magn mett út frá eini aðrari umsókn, ið fevndi um økið við Lambafelli í Sundshaganum.

Umhvørvisstovan sigur í sínum svari til Magn, at miðalprísurin yvir samlaða 20 ára tíðarskeiðið er lægri hjá Vindrøkt enn hjá Magn. Vindrøkt hevur miðalprís á 0,240 kr/kWt og Magn hevur miðalprís á 0,266 kr/kWt í umsóknini fyri Lambafelli.

Í umsóknini fyri Gellingaklett var miðalprísurin hjá Magn yvir 20 ára tíðarskeiðið sambært Umhvørvisstovuni 0,243 kr/kWt.

Sambært Umhvørvisstovuni er vinnandi tilboðið frá Vindrøkt 0,218 kr/kWt fyrsta árið. Sambært Magn er teirra prísur 0,215 kr/kWt fyrsta árið á Gellingakletti.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585