Stjórin rópar varskó: Almannaøkið má endurskoðast

Stjórin rópar varskó: Almannaøkið má endurskoðast
Stjórin í Almannaverkinum ávarar.Tað stendur illa til í dag, og lata vit standa til, so verður støðan munandi verri um 10 ár. Búskaparráðið er samt
13.04.2021 - 20:12

Góðskan í almennum tænastum er ikki eins góð og í Danmark.

Men hon kostar tað sama.

Samstundis er greitt, at tørvur verður á fleiri útbúnum starvsfólki á sosiala økinum.

Tað fær stjóran í Almannaverkinum, Edvard Heen at rópa varskó.

Hann heldur, at økið má endurskoðast.

Almennu tænasturnar mugu endurskoðast

Súsanna Olsen, sum undirvísir í vælferðarskipanum á Fróðskaparsetrinum hevur eisini sæð, at gongdin á sosiala økinum gongur skeiva vegin.

 -  Vit brúka lutfalsliga nógvar pengar uppá vælferð, men hvussu væl vit brúka teir, er spurningurin, sigur Súsanna Olsen, sum heldur at almennu tænasturnar í Føroyum mugu endurskoðast, og at neyðugt verður at útbúgva fleiri  fólk.

Búskaparráðið  rópar eisini varskó

Eisini Búskaparráðið sær avbjóðingar á sosiala økinum.

- Hetta er ein kolo-enormur trupulleiki. Vit mugu tíanverri gera nakrar tillagingar. Vit fáa størri avbjóðingar skjótt, og tí má alt økið eftirkannast, sigur Heri á Rógvi, formaður í Búskaparráðnum.

 

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Mánadag 22. apríl
Norðurljóð 22.apríl 2022
174072
Mánadag 22. apríl
Útlit fyri enn einum rakári hjá Dan
174067
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964