Tor var tvær ferðir í havsneyð men bjargaðist

Tor var tvær ferðir í havsneyð men bjargaðist
Alibáturin Tor er í góðum standi, um hugsað verður um, at hann hevur verið í havsneyð tvær ferðir, sigur Mannbjørn Solmunde, sum eigur upptøkuna
08.04.2021 - 13:11

Mannbjørn Solmunde var av tilvild staddur í Florø, tá alibáturin Tor, hjá felagnum AQS AS, varð sleipaður til Florø. 

Tor stóð á dekkinum á farmaskipinum "Eemslift Hendrika", tá skipið byrjaði at leka og fekk slagsíðu. Tað stóð á gomlum nøglum í ringa veðrinum, og tað varð væntað, at "Eemslift Hendrika" fór at koppa og søkka.

Men lukkutíð loysnaði Tor úr sínum bindingum á dekkinum á farmaskipinum og fór á sjógv, og tað verður hildið, at tað bjargaði hollendska framaskipinum. 

Í góðum standi

Nógv hildu óivað, at Tor nú var skipbrotin, men so var ikki. Alibáturin, ið er 24 metrar langur og kostaði 66 milliónir krónur at byggja, yvirlivdi hørðu viðferðina. Og klokkan eitt í nátt varð hann so sleipaður inn á Florø, har hann nú liggur. 

Mannbjørn Solmunde var av tilvild staddur í Florø og var niðri á kaini og gjørdi eina upptøku av nógv umrødda grøna bátinum, sum hann legði út á sín facebookvanga. 

Tor er í merkisvert góðum standi, tá hugsað verður um viðferðina, ið hann hevur fingið, sigur Mannbjørn Solmunde. 

Mannbjørn var júst komin úr Egyptalandi við Thor Omega, fyri at gera klárt til nýtt arbeiði i Norðsjónum.

Vit náddu innum og sigldu innanskers frá Stavanger til Florø, fyri at umganga hasa ódnina, ið kom. Vit hoyrdu neyðarkallið frá hollenska skipinum, sum var í havsneyð, og hava síðaní fylgt við í bjargingararbeiðinum í miðlunum. Tá vit sóu, at Tor kom til Florø, var upplagt at hyggja at honum. Hann kostar hóast alt 66 millónir krónur, greiðir Mannbjørn Solmunde frá.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. apríl
Morgunlestur hósdagur 25. apríl 2024
173997
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010