Framherji hevur tilknýti til ivasom feløg á Kypros

Framherji hevur tilknýti til ivasom feløg á Kypros
Anfinn Olsen, reiðari, sigur seg ongan samhandil hava við Kypros, hóast flytingar vísa nakað annað
06.04.2021 - 19:20

Tvey feløg á Kypros, sum bæði eita Esja – eitt Esja Shipping og eitt Esja Seafood, hava tilknýti til Føroya.  


Í sendingini Teir Ómettiligu 1 kom fram, at Esja Shipping var tað felagið, sum stovnaði trý feløg i Føroyum, Tindhólm, Skombrus og Harengus, har av Tindhólmur er blivið nýtt av Samherja, til at sleppa undan skatti í Namibia, sambært Jóhannesi Stefanssyni, varsskógvara og fyrrverandi stjóra fyri virkseminum hjá Samherja í Namibia.

 

Hitt felagið, Esja Seafood, er sambært Jóhannes Stefanssyni nýtt til ivasamt virksemi fyri at flyta pengar úr einum landið til eitt annað. Nýggj skjøl í málinum vísa, at fleiri flytingar fara ímillum felagið á Kypros og fleiri føroysk feløg, sum Samherji eigur í. Men hvørki Anfinn Olsen, stjóri í fleiri feløgum, ella Bjørn á Heygum, nevndarlimur og nevndarformaður í fleiri feløgum, siga seg hava nakran kunnleika til tilknýti til Kypros. 

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652