Upptakt: Inn við teimum ungu

Upptakt: Inn við teimum ungu
Nú skulu ungu hjá Víkingi av álvara sleppa framat, sigur venjarin, Jóhan Petur Poulsen, sum hevur sett sær fyri at fremja umtalaða ættarliðsskiftið
22.02.2021 - 12:19

Í nógv ár hevur verið tosað um ættarliðsskifti í Víkingi. 

Og hóast snjøllu rópini frá royndum spælarum sum Sølva Vatnhamar og Atla Gregersen framvegis hoyrast best í Sarpugerði, eru greið tekin um, at yngri kreftir hava hug at troka seg framat.

 - Vit taka allir stóra ábyrgd nú, og tað eru vit, sum eru framtíðin í Víkingi, sigur 17 ára gamli Olaf Bárðarson, sum kappast um eitt pláss millum tríggjar teir fremstu hjá Víkingi.

Nýggi venjarin kennir teir ungu

33 ára gamli Jóhan Petur Poulsen varð settur sum høvuðsvenjari í Víkingi í fjør, tá Eyðun Klakstein brádliga fekk fótin miðskeiðis í kappingarárinum. 

Frammanundan var toftamaðurin venjari hjá 1. deild, og tí kennir hann fleiri av ungu spælarunum í felagnum.

 - Um tú skalt hava eitt ungdómsarbeiði, sum mennir spælarar, mást tú eisini tora at geva teimum minuttir og satsa uppá teir á besta liðnum, sigur Jóhan Petur Poulsen og leggur afturat:

 - Um teir eru nóg góðir.

Einki stórkeyp í Sarpugerði

Hendan ætlanin kemur eisini týðiliga til sjóndar, um hugt verður at keypunum hjá Víkingi. 

Bert tveir spælarar eru komnir til felagið í vetur. Annar er fyrrverandi landsliðsbakkurin, Bárður J. Hansen, sum er komin aftur í Sarpugerð eftir fýra ár í NSÍ. Hann stríðist í løtuni við at gerast klárur til kappingarbyrjan.

Hin er málverjin, Bárður á Reynatrøð, sum í fjør var leigaður út til Skála. Hann avloysir Elias Fagrá, sum er givin at spæla.

 - Vit hava spælt leingi við eldra ættarliðnum, og so hava vit roynt at keypa útlendskar leikarar fyri at koma upp á fyrsta plássið aftur, men tað hevur ikki eydnast, sigur Gunnar Vatnhamar, sum er fluttur av miðvøllinum aftur í miðverjuna.

 - Tað er stuttligari at spæla, tá tað er egið fólk, og tað er eisini stuttligari hjá áskoðarunum at hyggja, heldur 25 ára gamli landsliðsspælarin.

 



 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk Blaze Bayley um Circle Of Stone
173542
Hósdag 25. apríl
Jazzofonin - Flaggdagin 25 apr 2024
174208
Hósdag 25. apríl
Morgunlestur hósdagur 25. apríl 2024
173997
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012