Landsstýrismaðurin væntar økta ferðslu

Landsstýrismaðurin væntar økta ferðslu
Jørgen Niclasen væntar, at ferðslan í Eysturoyartunnlinum fer at økjast, og stúrir ikki, nú bert 3000 bilar koyrdu gjøgnum tunnilin mánadagin.
12.01.2021 - 19:14

Fyrsta samdøgrið, har bilar hava rindað fyri at brúka Eysturoyartunnilin, hava umleið 3000 bilar koyrt ígjøgnum. Tað er helvtin av tí, sum helst skal koyra ígjøgnum, um tunnilin skal bera seg fíggjarliga. 

Verður ferðslan ikki tann, sum tunnilsfelagið hevur roknað við, fíggjar landið munin millum væntaða ferðslu og veruligu ferðsluna. Landsstýrðsmaðurin í Fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, væntar at ferðslan fer at økjast, og í løtuni arbeiðir hann við at broyta ferðastuðilin til tey, sum koyra gjøgnum tunnilin í arbeiðsørindum. 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819