Vit herja á!

Frambrot og tvístøða
26-11-2020

Tá Føroyar á sumri 1988 loksins fáa FIFA-limaskapin váttaðan, er eitt fimtan ára langt stríð vunnið. Men nú kyknar upp annað innanhýsis stríð um limaskapin.

Brátt sæst, at verri enn so øll halda, at Føroyar skulu fara upp í altjóða fótbólt. Meirilutin tykist at halda, at vit eiga fyri fyrst at vera hvílandi limir.

Eingin føroyskur venjari er heldur fúsur at stjórna landsliðnum í einari EM-kapping. Men ein íslendingur er til dystin fús. Sama eru spælararnir.

Byrjanin við nýggjum venjara er góð, og sannførandi avrikið á oyggjaleikunum í Føroyum á sumri 1989 gevur mongum áræði at seta sær hægri mál.

Men tá UEFA á heysti 1989 sendir FSF innbjóðing til EM-undankappingina, mælir aðalfundurin starvsnevndini til ikki at taka av. Men starvsnevndin gongur ímóti tilmælinum frá aðalfundinum, og meldar Føroyar upp í EM-undankappingina fyri A-landslið.

Summi øtast og geva ilt av sær, og skíra avgerðina at vera skammleysa hugmóð.

Nú byrja drúgvu fyrireikingarnar hjá Páll Guðlaugsson, venjara, og hansara spælarum til møtimiklu avbjóðingina um heystið 1990, tá tveir teir fyrstu dystirnir í undankappingini skulu spælast - móti Eysturríki í Landskrona 12. september, og 10. oktober í Ítróttarparkini í Keypmannahavn móti Danmark.

Fotografur og klippari: Jónfinn Stenberg

Lagt til rættis: Suni Merkistein

Vit herja á!

Í trimum pørtum verður ljós varpað á menningarsøguna í føroyskum fótbólti. Sagt verður frá bráða skiftinum frá avbyrging og kyrru í drúgt áramál til stóra lopið í 1990 upp á Stórapall úti í Evropa.

Fotografur og klippari: Jónfinn Stenberg.

Lagt til rættis: Suni Merkistein.