18 ár og stillar upp

bannari
18 ár og stillar upp
18 ára gamla Jónhild Midjord Nybo av Tvøroyri skal fyri fyrstu ferð á val í dag, og krossin kann hon seta við sítt egna navn
10.11.2020 - 20:25

Jónhild Midjord Nybo er 18 ára gomul og býr á Tvøroyri. Jónhild stillar upp til bygdaráðið á Tvøroyri, og hetta er eisini fyrstu ferð, at hon fer á val. 

Jónhild vil hava eina broyting í kommununi, og tí hevur hon gjørt av at stilla upp sjálv. 

Tað er eingin loyna, at sitandi býráð hevur ikki samstarvað serliga væl, og tað ætli eg mær at broyta, um eg sleppi inn, sigur unga valevnið.

Ósemjur hava merkt valskeiðið á Tvøroyri

Móti ársenda í 2017 slitnaði býráðssamgongan á Tvørori, og borgarstjórin misti meirilutan, sum tá taldi fýra av sjey býráðslimum.

Kristina Roest tók seg úr samgonguni, tí hon ikki kundi góðtaka arbeiðslagið, sum var í táverandi samgonguni. Hetta fylti eisini nógv í miðlunum, sum fylgdu væl við støðuni á Tvøroyri.

Stutt eftir var aftur rumbul á Tvøroyri, tá borgarstjórin, Kristin Michelsen, varð valdur inn á Løgting.

Ov tíðliga at siga

Nýggja samgongan í Tvøroyrar býráði boðaði stutt eftir valið frá, at borgarstjórin ikki longur fekk tilsøgn frá meirilutanum um at virka sum løgtingslimur og borgarstjóri samstundis.

Eisini hendan ósemjan fylti nógv í miðlunum. Kristin Michelsen bleiv tó verandi borgarstjóri, samstundis sum hann stillar upp aftur til kommunuvalið í ár.

Spurd, um hon ynskir sær borgarstjórasessin, heldur Jónhild tað vera ov tíðliga at siga nakað um enn. 

Tað veit ikki, tað fáa vit at síggja, sigur unga valevnið á Tvøroyri. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584