Verkfall hóttir trygdina á Landssjúkrahúsinum

Verkfall hóttir trygdina á Landssjúkrahúsinum
Stjórin á Landssjúkrahúsinum biður um undantøk fyri at kalla øll starvsfólkini á B6, og fær hann ikki tað, er støðan hættislig, sigur hann.
23.10.2020 - 19:23

Tað stendur í botni í sáttmálatrætuni millum Sjúkrarøktarfrøðingarnar og Lønardeildina, eftir at Semingsstovnurin seinnapartin gjørdi eina miseydnaða roynd at fáa partarnar aftur til samráðingarborðið. Tvørturímóti verður verkfallið hert mánamorgunin, tá sjúkrarøktarfrøðingarnir á B6 á Landssjúkrahúsinum eisini fara í verkfall. 

Stjórin á Landssjúkrahúsinum biður um undantøk fyri at kalla øll starvsfólkini á deildini. Og fær hann ikki tað, so er støðan somikið hættislig, at politiska skipanin má leggja uppí, sigur Steinar Eirikstoft. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819