Koronugjaldið kann verða longt

bannari
Koronugjaldið kann verða longt
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, mælir frá, at ferðafólk verða kravd eftir gjaldi fyri kanningina sætta dagin
24.09.2020 - 15:58

Lógin, um at ferðafólk, sum koma til Føroya, sjálvi skulu gjalda fyri koronukanningar, verður í gildi til 1. januar.

Men tað kann vera, at lógin verður longd. Tað veldst um, hvat farsóttarnevndin sigur.

Tað segði Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, tá løgtingið viðgjørdi uppskotið um koronugjaldið í dag.

Tingfólk spurdu, hví ferðafólk ikki eisini skulu gjalda fyri koronukanningina sætta dagin. 

Landsstýrismaðurin mælti frá, at hetta verður eitt krav, tí vandi er fyri, at nógv færri fara lata seg kanna sætta.

Sí brot úr røðuni, sum Jørgen Niclasen helt í tinginum í dag.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652