- Menningarlæran kann ikki prógvast

- Menningarlæran kann ikki prógvast
Sambært Jastrid Høj, skúlastjóra í frískúlanum hjá Kelduni, er menningarlæran hjá Charles Darwin í stríð við bíbilsku skapanarsøguna
11.04.2018 - 17:05

Hetta kemur til sjóndar í fimta parti í sjónvarpsrøðini Gud signi Føroyar, sum varpar ljós á markið millum trúgv og vísindi. 

Tá Charles Darwin legði fram sítt ástøði um menningarlæruna í bókini Origin of Species frá 1859, byrjaði eitt drúgt stríð ímillum vísindafólk øðrumegin og kirkjuligar myndugleikar hinumegin. Læran um, at alt lív hevur ein felags uppruna, var ovboðið fyri kirkjuna. Og hóast nógv kirkjusamfeløg við tíðini hava góðtikið menningarlæruna, er hetta stríðið framvegis aktuelt.

Í føroyska fólkaskúlanum er menningarlæran partur av námsætlanini í lívfrøði frá 7. flokki, og sambært lógini skulu frískúlar fylgja somu námsætlan sum fólkaskúlin. Men hvussu verður menningarlæran so borin fram í 7. flokki í frískúlanum hjá Kelduni?

- Menningarlæran er í stríð við tað, sum Bíblian lýsir um skapanina. Vit læra næmingarnar at síggja tað út frá teimum kristnu virðunum, sigur Jastrid Høj, skúlastjóri.

Sí brot úr fimtu sendingini omanfyri.

Sendingin verður í sjónvarpinum í morgin kl. 19.20. Tú kanst eisini hyggja á heimasíðu okkara. Tú finnur partin her

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887