Eiler er vónbrotin av kirkjuni

Eiler er vónbrotin av kirkjuni
Hjúnabandslógin varð samtykt í 2017, og tað fegnast Eiler um, men samstundis var hann vónbrotin av føroysku fólkakirkjuni.
05.04.2018 - 13:13

Tá hjúnabandslógin varð broytt á sumri í 2017, so samkynd fingu rættin til at giftast borgarliga, fegnaðist Eiler Fagraklett, talsmaður fyri LGBT-Føroyar. Men samstundis var hann vónbrotin av føroysku fólkakirkjuni. Sambært Eileri gjørdu tey sær stóran ómak fyri, at kirkjan ikki skuldi blandast uppí málið, og lógaruppskotini vórðu broytt fleiri ferðir fyri at virða kirkjunnar innara sjálvræði.

- Men kortini blandaði kirkjan seg til tað allar seinasta, og tað var eg skuffaður yvir.

Í kvøld kl. 19.20 kemur fjórði partur í sjónvarpsrøðini Gud signi Føroyar. Sendingin snýr seg um internu ósemjurnar og mótsetningarnar í føroysku fólkakirkjuni.

Sí brotið við Eileri Fagraklett her.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819