Kunnu samkynd vera virkin í kirkjum og samkomum?

Kunnu samkynd vera virkin í kirkjum og samkomum?
Arni Klein Abrahamsen var ungdómsleiðari í Kelduni, til hann valdi at koma út sum samkyndur. Her er brot úr nýggju sjónvarpsrøðini Gud signi Føroyar
15.02.2018 - 10:17

Í kvøld senda vit fyrsta part av nýggju sendingin Gud signi Føroyar, ið varpar ljós á átrúnað í Føroyum. Fyrsti partur snýr seg um Kelduna í Skálafirði, og Arna Klein Abrahamsen, sum var ungdómsleiðari í Kelduni, til hann kom út sum samkyndur. 

Í brotinum omanfyri tosar Arni um, hvussu hann upplivdi tað at vera samkyndur og virkin í samkomu. 

Fyrsti partur av Gud signi Føroyar verður í kvøld kl. 19.20 í sjónvarpinum.

Til ber eisini at hyggja eftir sendingini her á heimasíðu okkara.

Heini í Skorini er maðurin handan sendingina, og hann sigur seg vilja vísa tey ymsu andlitini, sum kristindómurin í Føroyum hevur. Góðan Morgun Føroyar prátaði við Heina í Skorini um sendingina, og samrøðuna hoyrir tú her

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585