SØIK kannar skattamálið hjá Betri Banka

SØIK kannar skattamálið hjá Betri Banka
SØIK skal nú kanna skattamálið hjá Betri Banka, fyri at hjálpa fútanum at taka støðu til, um revsimál skal reisast ella ikki.
14.11.2017 - 19:48

John Kølbæk, fúti, hevur verið í sambandi við Statsadvokaten for Særlig Økonomisk og International Kriminalitet, rópt SØIK, og hevur nú biðið tey hjálpa sær við kanningararbeiðnum. SØIK skal, saman við løgregluni í Føroyum, hjálpa fútanum at taka støðu til, hvørt revsimál skal reisast mótvegis Betri Banka.

Higartil er ongin avhoyrdur í málinum. Tað verður kanningartoymið, sum nú fer at taka støðu til, hvørt avhoyringar skulu gerast fyri at kanna málið til botns. Kanningararbeiðið verður skipað soleiðis, at kanningarfólk frá SØIK og kanningarfólk frá løgregluni í Føroyum fara at arbeiða saman í toyminum. Avbjóðingin hjá løgregluni verður at finna útav, hvørt EIK Banki hevur roynt at kanna sær ein skattafrádrátt, og um hetta er gjørt við vilja ella av ósketni.

Tað er ikki greitt, hvussu langa tíð kanningararbeiðið fer at taka, men málið hevur høga raðfesting hjá løgregluni orsakað av samfelagsliga týdninginum, tað hevur, sigur fútin.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585