Mono

Søgan um Black Birds (2:2)
26-02-2021
Árni Andreasen, Óskar Eiriksson, Jóhan Petur Andreasen og Ronny Nielsen greiða frá virknastu tíðini síðst í 70'unum og ígjøgnum øll 80'ini.

Black Birds er ein hin elsti virkni tónleikabólkurin í Føroyum. Bólkurin varð stovnaður í 1974 av tvíburðunum Árna og Marnar Andreasen saman við Óskar Eiriksson.

Skúlavinirnir, Ingvard Johannesen á guitar og Andreas Mouritsen á bass, vóru við tey fyrstu trý árini. Fleiri og skiftandi tónleikarar hava spælt við Black Birds ígjøgnum tíðirnar, men Johan Petur Andreasen, Heini Sivertsen og Ronni Nielsen hava verið við tey flestu árini.

Aðrir solo-gittaristar hava verið Ennur Lamhauge, Ian Leyni og Hildibjartur Hansen. Bass leikarar vóru eisini Christian Andreasen, Gunnar Breckman, Jákup Suni Joensen og Pauli Magnussen. Poul Hansen hevur spælt orgul, og Jákup Olsen er fyri tíðina bass leikari í Black Birds.

Karismatiski oddamaðurin og sangarin, Marnar Andreasen, andaðist tann 18. februar 2017, bert 57 ára gamal. Men hóast tað, hava svørtu fuglarnir ikki givið skarvin yvir, og bólkurin Black Birds spælir enn javnan til dans í Føroyum.

Eyðfinn Jensen hevur lagt til rættis.

Mono

Styttri tónleikasendirøðir og einstakar tónleikasendingar við skiftandi vertum.
Andrew Crooks leggur til rættis
27-03-2024
Andrew Crooks leggur til rættis
20-03-2024
Sending við blandaðum tónleiki og ymsum vertum.
13-03-2024
Sending við blandaðum tónleiki og ymsum vertum.
28-02-2024
Sending við blandaðum tónleiki og ymsum vertum.
21-02-2024
Sending við blandaðum tónleiki og ymsum vertum.
14-02-2024
Sending við blandaðum tónleiki og ymsum vertum.
07-02-2024
Tónleikasending / Vertur: Fróði Løkságarð / Evnið: Nigel Godrich
31-01-2024
Tónleikasending / Vertur: Fróði Løkságarð / Evnið: Trevor Charles Horn
24-01-2024
Tónleikasending / Vertur: Fróði Løkságarð / Evnið: Daniel Lanois
17-01-2024
Tónleikasending / Vertur: Fróði Løkságarð / Evnið: Nile Rodgers
10-01-2024
Tónleikasending / Vertur: Fróði Løkságarð / Evnið: Brian Eno
03-01-2024