Meg minnist

Nólsoyar Páll á Biskupsstøð (4:4)
28-02-2021
Sending í útvarpsrøðini Meg minnist. Jógvan Arge hittir Archibald Black í Klaksvík

Archie Biskupsstøð Black, sum er festari á Biskupstøðgarði, hevur altíð havt áhuga fyri tónleiki. Hann sneytaði til Jerry & The Pacemakers og The Beatles, tá hann ferðaðist í Skotlandi í 60-unum.

Hann var við í kenda tónleikabólkinum Straight Ahead, sum klaksvíkingar høvdu í 70unum. Teir spældu nógv til dans og góvu fleiri plátur út. Komið øll við var ein.

Archie hevur eisini áhuga fyri tekning og málningalist, sum hann fæst við, tá stundir eru. Hann hevur bygt sær eina smáttu í 320 metra hædd í haganum, og hagar leitar hann javnan. Av útbúgving er hann bygningssnikkari.

Meg minnist

Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað. Sjálvt heitið á sendirøðini er ikki nýtt. Niels Juel Arge brúkti navnið í mong ár til sínar samrøðusendingar, og Jógvan ásannar, at ringt er at finna eitt betri felagsheiti fyri slíkar sendingar.
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen úr Leirvík. 5. og seinasta sending.
11-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 4. sending.
11-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 3. sending.
07-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 2. sending.
03-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 1. sending.
26-11-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi løgtingsmannin Alfred Olsen av Toftum. 3. og seinasta sending.
19-11-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi løgtingsmannin Alfred Olsen av Toftum. 2. sending.
12-11-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi tingmannin Alfred Olsen av Toftum. 1. sending.
05-11-2023
Jógvan Arge hittir Svanbjørg Manai í Havn. Seinna sending.
20-10-2023
Jógvan Arge hittir Svanbjørg Manai í Havn. Fyrra sending.
20-10-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði 5. og seinasta sending.
15-10-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði 4. sending.
08-10-2023