- Tíðindi, mentan og ítróttur
Málteigurin
Føroyskt verður sagt at vera kallkynsmál, og tað er nakað um tað.
Kallkynsformurin er sjónkastur í føroyskum, men konufólk eiga sín part av ábyrgdini fyri, at so er. Tí nógvar kvinnur tosa um seg sjálvar í kallkyni.
Dømi:
Eg eri heima hjá mær sjálvum - heldur enn sjálvari
Eg kenni meg so móðan - heldur enn móða
Mann er so glaður í dag - heldur enn glað
- Mann sum fornavn verður stavað við tveimum n'um. Sagnorðið hevur eitt n: Tað man fara at ganga, sigur Elin Henriksen, málkøn, og leggur dent á, at konur saktans kunnu umrøða seg sum kvennkyn, tá tær brúka fornavnið, mann.
Hesin, salat og ikon
Í sendingini verður fornavnið, hesin, bent, og spurt verður, hvat fyri kyn lánorðini, salat og ikon, hava.
Elin Henriksen sigur, at tað veldst ofta um, hvønn týdning fólk leggja í eitt lánorð, tá tey staðfesta kynið.
- Havi varhuga av, at nógv siga hvørkikyn um eitt salat(høvd) og kvennkyn um eina (blandaða) salat, sigur Elin Henriksen og sama ger seg galdandi við ikon:
Dømi:
Halgimynd er kvennkyn, og so verður ikon sum halgimynd eisini kvennkyn
Tekn, merki, eru hvørkikyn, og so verður ikon sum tekn ella merki eisini hvørkikyn
Málningur er kallkyn, og so verður ikon sum málningur eisini kallkyn
Umframt hesi orð verða Grækarismessa og tjøldur eisini umrødd í sendingini.