Málteigurin

Kukkari ella kókikrani
01-03-2021
Ensku orðini 'cooker' og 'to book' eru vorðin til kukkari og at bukka á føroyskum. Fyrra dømið er óheppið, meðan tað seinna hevur heilt aðra merking

Tað er vorðið vanligt, at ein krani við kókandi heitum vatni er í køkinum í dag.

Ein tílíkur verður kallaður "cooker" á enskum, og tað kemst fyrst og fremst av enska merkinum, Quooker. Fleiri og fleiri siga kukkari á føroyskum, men tað er stak óheppið, heldur Elin Henriksen, málkøn.

- Orðið, kókikrani, er eitt gott boð, so lat okkum síggja, um fólk taka tað til sín, sigur hon.

Sama støða er við enska orðinum 'to book', sum á føroyskum ofta verður kallað bukka. Men at bukka á føroyskum merkir nakað heilt annað, og har er eitt annað orð.

- Tað er púra vanligt at brúka at bóka á føroyskum, og tað er ikki nýtt, sigur Elin Henriksen.

Umsiting ella fyrisiting
Eitt annað evni í sendingini er munurin á orðunum, fyrisiting og umsiting, eins og lurtari spyr, um tað ber til at siga settur, tá ein hevur fingið nóg mikið at drekka, eins og ein sigur mettur, tá ein hevur fingið nóg mikið at eta.

Málteigurin

Føroyskt mál og mállæra eru til viðgerðar í sendingini Málteigurin, har Elin Henriksen er gestur. Fleiri evni verða tikin upp hvørja ferð, og lurtarar kunnu eisini senda spurningar og viðmerkingar inn til sendingina, sum eisini verða svarað og viðgjørd. Sendingin er at hoyra hvønn mánamorgun klokkan 9.05 og endursend leygardag klokkan 14.00.
Hví siga vit bólta rút, hundavakt, manga takk, "banka upp undir borðið"? Onnur evni eru: Forråelse, gentunavnið Vár og munurin á menniskja- og menniskjansligt
22-04-2024
Hvat merkir orðingin við eymk og fret, og hví siga vit soleiðis, spyr lurtari Elina Henriksen í hesari sendingini
15-04-2024
Fyrr helt mann, at babba var barnamál, meðan vaksin søgdu pápi. Hetta er ikki galdandi longur, meðan mann í Suðuroy altíð hevur sagt pabba. Øll trý eru javngóð í dag
08-04-2024
Føroyar hava fingið sína fyrstu løggildu stavsetingarorðabók. Tað merkir, at Stavsetingarorðabókin ásetur almennar, føroyskar stavsetingarreglur, og hvussu vit eiga at stava
25-03-2024
Kvennkynsorðið vreiði er til viðgerðar í dagsins sending, eftir at ein prestur segði vreiða heldur enn vreiði. Elin Henriksen, málkøn, greiðir frá, hvussu hetta hongur saman
18-03-2024
Lurtari hevur hug til at týða danska orðið hygejne til heilsufrøði, men tað er at avmarka hetta hugtakið alt, alt ov nógv, heldur Elin Henriksen, málkøn
11-03-2024
Orðasmíð lyftir tekstir upp á eitt hægri stig. Ein av okkara heilt góðu orðasmiðum er skaldið Martin Joensen og við dømum úr hansara tekstum tosa vit um skaldsligt orðasmíð
04-03-2024
Eitt orð, sum mong ivast í, er danska orðið omsorgssvigt, sum mangan verður týtt til umsorganarsvik. Tvey betri orð eru: umsorganartrot og vansorgan, sigur Elin Henriksen
26-02-2024
Forhoyr og frágreiðing eru ikki tað sama, og lógarverkið brúkar ikki sjóforhoyr. Tí eiga vit at siga sjófrágreiðing á føroyskum, sigur Elin Henriksen, málkøn
19-02-2024
Skriðulop, skalvalop, áarlop og omanlop eru ikki tað sama, men summi kunnu brúkast hvørt um annað
12-02-2024
Føroyska navnalóggávan er ung, og tí eru fleiri stavsetingar til summi nøvn. So sum Elisabeth/Elisabet og Christian/Kristian. Skalt tú brúka -th og ch- fylgja treytir við
29-01-2024
Millum ung hoyrist nýggjur málburður, har tey millum annað siga: 'Tað áhugar meg' heldur enn 'eg havi áhuga' ella 'hatta er áhugavert'
22-01-2024